Tað kann ikki sigast annað, enn at tað hevur gingist væl hjá trolaranum Sjúrðarbergi, sum fyrrapartin aftur var at síggja á vánni í Klaksvík. Teir fóru av vánni 9. mars, og nú eru teir aftur við 704 tonsum av heysaðum frystum fiski – mest toskur.
Sjúrðarberg hevur henda túrin roynt í norskum sjógvi. Skipari henda túrin var Ásmund Olsen, ættaður úr Svínoy og búsitandi á Argjum.