Sjónvarpsverturin er besti sangarin

Finnur Koba, sum seinastu mánaðirnar hevur verið millum vertirnar í tíðindasendingini Dagur og Vika, er eisini ársins sangari í 2012. Annar av forsangarunum í Páll Finnur Páll syngur við á fløguni hjá MC Restorff, sum kom út stutt fyri jól, umframt at hann hevur latið onnur einstøk løg úr hondum í ár.

 

Finnur Koba hevði ikki væntað henda heiðurin.

 

- Eg vil bara fegin takka teimum í Páll Finnur Páll, at teir enn halda meg út. Og somuleiðis vil eg takka MC, sigur Finnur Koba.

 

Heiðurslønin, honum varð handað, fer at standa undir liðini á heiðursgávuni, sum Páll Finnur Páll fekk frá Útvarpi Føroya fyri átta árum síðani. Tað var fyri ársins lag, sum var ‘Forelskaður sjónleikari’.

 

Hinir, sum vóru í uppskoti til heiðurin ársins sangari, vóru Teitur Lassen, Marius Ziska, Høgni Lisberg og Fróði Hansen.