Ein arbeiðsbólkur í Suðuroynni hevur longi starvast við at dokumentera søguna um kolagrevstur, men tey høvdu eitt ynski um at fáa hetta fram. Og helst til filmstilfar.
Her kom Ivan Niclasen inn í myndina.
- Okkara uppgáva er at finna útav, hvussu vit kunnu laga hetta til sjónvarpssendingar, sigur Ivan Niclasen.
- Ætlandi verður hettar til tvær sendingar. Frá ár 1600 til ár 1900 og so 20. øld, og her hava vit samrøðu við nógvar persónar, nógv eldri fólk, ið minnast tíðina, og sum hava arbeitt í kolavinnuni, sigur Ivan Niclasen, sum ger sendingarnar saman við Hans Peturi Hansen, upptøkumanni.
Teir báðir hava samstarvað nógv og hava drúgvar royndir, og gleða seg eisni til hesa uppgávuna.
- Søgan um kolið er ikki bara søgulig, ella bara søgan um kolið, men hetta hevur eisini havt stóran samfelagsligan týdning. Tað er hugtakandi at hugsa um, hvussu fremmant hetta er okkum í dag, og hvussu harður gerandisdagurin hevur verið tá, sigur Ivan Niclasen.
- Tað hava eisini verið ringar tíðir, so fleiri í Fámjin, Hvalba og á Tvøroyri hava ikki havt annað val, hóast tað var eitt stríð. Hetta er ein sera drúgv søga, sum skal setast í størri heild, t.d. ídnaðarkolveltingina. Tað er umráðandi at fáa eina heildarfatan av hesi søguni, sigur Ivan Niclasen.
Hann sigur, at tá ein arbeiðir við tilfarinum um kolavinnuna, so fær ein virðing fyri teimum, ið hava havt sín gerandisdag í kolavinnuni.
- Bólkurin aftanfyri hevur eisini gjørt stórt arbeiði, og gjørt nógv fyri at fáa hetta til sjónvarpssending, sigur Ivan Nivlasen, sum heldur, at sjónvarpsmiðilin í hesum førinum er minst líka góður, ella betri, enn bókin.