Sjónvarpssending fær avleiðingar

Ein sending hjá TV2 avdúkaði í gjárkvøldið, at menningartarnað búfólk fáa ringa viðferð á einum stórum bústovni á Fyn. Í sendingini kom fram, at starvsfólk tosa niðurlátandi um búfólkini, og at tey fáa als ikki ta røkt og umsorgan, sum lógin ásetir. Í fleiri førum var talan um beinleiðis brot á lógina.

Eva Kjer Hansen, almannamálaráðharri, segði aftan á sendingina, at hon var skelkað av tí, sum hon hevði sæð. Hon segði, at hon fer alt fyri eitt at seta seg í samband við avvarðandi myndugleikar.

-Hetta skal fáa ein enda og tað beinanvegin, segði ráðharrin.

Tað er longu greitt, at sendingin fær avleiðingar. Løgreglan í Nyborg váttaði fyrrapartin, at har hava fólk verið og meldað starvsfólk á stovninum í býnum fyri lógarbrot.