Sjónvarpskjakið avgerandi

Amerikanski veljarin nýtir nógva tíð framman fyri sjónvarpskíggjanum, og tískil verður amerikanska forsetavalið eisini avgjørt á skíggjanum

Amerikanski valdysturin er rættiliga serstakur. Sum nevnt í aðra-staðni í Tinghelluni, eru fleiri størri herferðirnar ímóti tí eina valevninum.
Lýsingaherferðirnar eru serliga at síggja í teimum sokallaðu Swing states, sum verða umrøddir aðrastaðni á síðuni. Tað er har, at lýsingarnar veruliga gera ein mun.
Lýsingarnar, sum serliga eru at síggja í sjónvarpi, eru bæði frá flokkunum sjálvum, men í al-stórum mun eisini frá ymsum felagsskapum. Passivi sjónvarpshyggjarin verður væl fórðaður vikurnar undan forsetavalinum.
Beinleiðis kjak
Av øllum sjónvarpsvalstríðnum verður beinleiðis kjakið millum valevnini mettt sum tað týdningarmesta.
Forsetavalevnin dystast tríggjar ferðir í beinleiðis kjaki í amerikonskum sjónvarpi, og varafor-setaevnini sleppa eisini eina ferð at standa fyri skotum framman fyri myndatólunum. Tað fyrsta kjakið var hóskvøldið - amerikanska tíð. Næstu 12 dagirnir verða so tey írestandi umførini av sjónvarpskjakinum. Irak kríggið og uttanríkispolitikkur vóru á dagsskránni í fyrsta umfarinum og teljast eisini millum avgerandi lutirnar í valstríðnum. Í teimum næstu umførini verður borað djúpri í onnur evni. Hyggjaratalið kann lættliga sníkja seg upp á hundraðtals milliónir.
Báðir partar ásannað tann stóra týdning, ið sjónvarpskjakið hevur. So stóran týdning, at tað kann verða avgerandi fyri valið.
Í skrivandi stund hevur Bush fatur á rætta endanum í veljarakanningunum. Og tískil stendur nógv á Kerry. Hann hevur alt at vinna í sjónvarpskjakinum. Eygleiðarar í fleiri stórum amerikonskum bløðum meta, at tað er her, at Kerry noyðist at klára seg væl. Fólk kenna Bush, og hvat hann stendur fyri, men nú skal Kerry vísa, hvat hann hevur at bjóða.
Reka fólk á val
Umframt at nýta sjónvarpsmiðilin royna flokkarnir eisini at ávirka fólk sum best á annan hátt. Í hvørjum býi verða valkontór sett á stovn, har sjálvboðin royna at fáa boðskapin hjá teirra valevni fram. Hetta verður ofta gjørt við at ringja til fólk. Mett verður, at hetta eisini gevur góð úrslit. Eisini ymsir felagsskapir og áhugabólkar nýta hendan hátt fyri at fólk at velja teirra valevni. Ein rættiliga stórur partur av amerikonsku veljarunum verða roknaðir sum sofaveljarar.
Fyri at fara á val, skalt tú sjálvandi hava valrætt, men tú skalt eisini skrásetast. Hetta er ein avgreiðslu spurningur, men tað eru ikki øll, sum lata seg skráseta sum veljarar. Valluttøkan er langt frá tann sami sum í Føroyum, og tískil hevur tað risastóran týdning, hvussu nógv fólk fáast á val.