Virgar T. Dalsgaard
Sjónvarp okkara er ikki longur bara ein farca - tað er landsins størsta skomm! Tað er eftirhondini valla nakað mál, sum fyri sjónvarparar er ov privat ella ov smátt til at brúka í síni undirlutakenslu fyri dønum og síni perverteraðu dæmonisering av Danmark. Alvarsom samfelagsmál, sosum landsskaðiligt virksemi og maktmisbrúk hjá fleiri tjóðveldispolitikarum, ignorera varpingarmenn fulkomuliga, men kommunal mikromál sum næstan bara hoyra tí absoluttu privatsfæruni til, og sum tað hevði klætt elektróniskum tíðindastovnum at lopið heilt um - ja, tey verða forfylgd, toygd og skeiklað til ónossliga og ókenniliga keipumynd av veruleikanum!
I skjótt eitt hálvt ár hava Sjónvarp Føroya og serliga harra Grækaris Magnussen válkað sær í vanlagnuni hjá einum ólukkuligum føroyskum smádrongi av danskari ætt. Einasti veruligi taparin í málinum er drongurin, sum ætlandi er stigmatiseraður í føroyska samfelagnum fyri lívstíð!
Men sensatiónssvongdin hjá einum eirindaleysum mikrofonterroristi gongur framum alt annað, og so má sakligi og juridiski sannleikin dvína.
Tað gevur at bíta, nú ikki bara danir, men eisini socialu myndugleikarnir í Havn hálvavegna verða lagdir undir at vilja nápa smábørn frá væl defineraðum føroyingum, tí at samvitskufull embætisfólk í Havn hava kent sína vitjunnartíð, fylgja lógini og respektera foreldrarættindini hjá einum donskum einkjumanni! Tað skal tó sigast, at allarflestu hyggjarar langt síðani hildu sjónvarparar vera farnar út um alt sømuligt mark!
Meginhyklarin Grækaris Magnussen
Men kortini eydnaðist tað mikrofonjassinum Grækarissi Magnussen at seta nýtt met í hysteriskum følilsisporno í síðstu viku við at elta drongin heilt vestur á flogvøllin, so øll tjóðin kundi gráta synkront um, at ein smádrongur noyddist niður til biologiska pápa sín í Danmark (sic). Hyggjararnir sluppu eisini at síggja stórhyklarin Grækaris fella krokodillutár, meðan barnið fór inn í flogfarið, og síðani lýsti miðlasjakalurin við salvilsisfullari piprandi rødd støðuna, sum um har avgjørt var talan um eina hálvkriminella deportatión ella ævigt fortapilsi, - altso tað einfalda sakliga faktum, at drongurin skuldi sleppa niður til pápa sín! Henda antihending verður lýst sum ein døpur og syndarlig griksk tragedia. - Er einki lágmark fyri, hvat ein sonevndur journalistur kann troysta sær? Hvar er sansurin fyri proportiónum hjá hesum ódelikata miðlamanni?
Tí hvat er nú reelli substansurin í hesum tragiska máli? Jú, í stuttum tað, at mamma drongin, sum var føroysk, doyði í vetur, og pápin, sum hevur foreldrarættin, býr í Danmark. Socialu myndugleikarnir í Havn hava tí hildið rættast at senda drongin til Danmarkar, har teir eisini halda, at drongurin, sum hevur sonevnda DAMP-brekið kann fáa meira stimbrandi hjálp og hollari umhvørvi, enn føroyingar kunnu bjóða honum.
Kvalificeraði donsk tilboð um slíka professionella serhjálp áttu vit at fegnast um, tí Føroyar kunnu snøgt sagt aldri nakrantíð í nær ella náminda fáa ráð til at finansiera alla serhjálp, psykoteknisk tiltøk og umsorgan fyri einumhvørjum breki! Skilagóða og juridiskt rætta avgerð embætismanna er av fjølmiðlum projicerað upp til eina nationala katastrofu, har sjálvt omma drongin á ótrúliga kyniskan hátt hevur verið brúkt sum amboð!
Hví ikki venda málinum við?
Er veruliga eingin av hinum fjølmiðlunum, sum hevur tikið málið upp og lýst tað frá einum meira edrúiligum og seriøsum vinkli? Nei, tíanverri - hvørki bløð ella útvarp hava havt tað neyðuga dirvi til at steðga einoygdu øsingini hjá sjónvarpinum. Tey eru kanska ikki farin heilt niður í sama vamlisliga køstin sum Grækaris Magnussen, men tey hava heldur ikki torað ella roynt at sett málið í perspektiv og víst á, hvussu andstyggiliga hykleriskt, sjónvarpið hevur verið. Tey kundu t.d. heilt einfalt speglvent málinum, so fólk sissaðust aftur! Tað er gamalt og vælroynt snildi í øllum seriøsum og kritiskum journalistikki!
Hvat høvdu føroyingar sagt ella hildið, um málið var beint øvugt? Lat okkum royna at venda málinum 180 gradir! Vit hugsa okkum eina danska mammu, sum doyr frá soni sínum í Danmark. Danski drongurin hevur føroyskan pápa, sum eisini hevur foreldramyndugleikan. Pápin býr í Føroyum. So hugsa vit okkum tann hypotetiska og groteska leik, at danskt sjónvarp var so primitivt, at teir fóru at hetza móti Føroyum, føroyskum máli og tí fiktiva føroyska pápanum. Ja, vit vita øll, at danskt sjónvarp hevði aldri funnið upp á slíkt kensluporno, men um so var, hvat so?.? Vit hóma longu hatsku og grátuligu ræðuleikasendingarnar hjá kynikaranum Grækarissi um smakkleysan danskan yvirgang, og vit kunnu illa gera okkum far um, hvussu fúlur kenslu-køsturin hjá sjónvarpsGrækarissi tá hevði havt verið! Men hetta var tíbetri konjunktivur!
Sum ravnur um deyðseyðakrov
Tað er royndur lutur, at latir og talentleysir journalistar ofta liva av at skriva um ófrættir, vanlukkur og feigdartilburðir. Sovorðnir »tíðindamenn« tíggja sær næstan sum slevandi rovdjór um rotnan skrokk.
Slík skriving tekur lítla tíð og krevur sjáldan dirvi ella dugnaskap. Hon verður ofta kallað gulur journalistikkur ella boulevardpressu-meiggjan, og er avgjørt ikki nógv umhildin. Teir sensatiónsfegnu journalistar, sum prostituera seg og fonglast við slík tíðindi, verða professionelt vanvirdir av seriøsum lagsfeløgum.
Viðhvørt royna boulevard-journalistarnir seg sum eitt slag av høvundum og geva út sensatiónsbøkur uttan nakað, hvørki fakligt ella litterert virði. Slíkar køstabøkur plaga í útlondum ofta at koma í handlarnar beint fyri jól, so tær verða loftaðar av jólagávumeldrinum, har fólk ikki eru so kritisk við krøvum til innihaldstilfarið. Burtursæð frá teimum vulgeru lættisoppabókunum hjá Arge-feðgunum hava føroyingar stórt sæð verið spardir fyri hetta óhumska slagi av skriving. Tað rós skulu føroyskir blaðmenn eiga!
Men so fingu vit Grækaris Magnussen - charmerandi sjakalin í føroyskum journalistikki! Hesin maður beinleiðis válkaði sær í tragedium! Hann hevði púra einki etiskt afturhald - einki privat mál var ov viðkvæmt, einki var ov intimt og einki var ov erkvisið fyri henda mann at fonglast við. Hann skrivaði t. d. eina stak vánaliga bók um flogvanlukkuna í Mikinesi í 1970, hóast nógv av teimum, sum við vóru, enn eru á lívi og avgjørt ikki dámdu bókina. Bókin er spinkul í innihaldi¸ hevur ógvisligar, ágangandi myndir og sjáldsama grunna tekst.
Men ikki nóg mikið við tað - Grækaris herjaði eisini á eina familju á Oyri, eina familja, sum var plágað av eini heilt privatari konflikt, eini ósemju, sum avgjørt ikki rakti almenningin. Men egocentrikarin Grækaris tevjaði blóð beinanvegin og skrivaði eina fulkomuliga óneyðuga bók um ta ólukkuligu familjuna, har hann heilt vrakar aldargomlu latínsku regluna, audiatur semper altera pars um altíð at lurta eftir báðum pørtum. Hann letur ein beiskan mann, sum leingi hevur ligið í álvarsomum familjustríðí, spilla annan partin av familjuni út, uttan at hin versiónin verður tikin við. Bókin er eitt makkverk, eitt meistarastykki í undirlødigheit! Tey avvarandi eru bæði skelkaði, sorgarbundin og ill. Tey hava fleiri ferðir umhugsað at lagt sak fyri ærumeiðing móti hesum ónossliga sjónvarpsskribenti.
(meira í blaðnum í morgin)