Sjónvarpsstjórin Mikkjal Helmsdal er nú farin til verka fyri at gera umfatandi broytingar í bygnaðinum fyri Sjónvarp Føroya.
Hetta fær ítøkiligar fylgjur fyri fleiri deildarleiðarar í Sjónvarpinum, sum verða sagdir úr sínum leiðarastørvum frá 1. oktober.
Leiðarar í Sjónvarpinum eru Sámal Samuelsen, Johan Herluf Sørensen, Ivan Niclasen, Ragnar C. Joensen, Carsten Arnskov og Katrin Petersen, sum er virkandi tíðindaleiðari fyri Øssur Winthereig, sum er í farloyvi frá hesum starvi.
Fleiri av hesum leiðarum ? ikki allir ? verða sagdir úr starvi, tí størvini hjá teimum verða løgd niður í nýggja bygnaðinum, sum skal koma at virka frá 1. oktober.
Starvið sum tíðindaleiðari er eitt av teimum, sum rýkur í nýggja bygnaðinum hjá SvF. ? Eg fekk seinnapartin týsdagin at vita, at eg verði sagdur úr starvinum sum tíðindaleiðari, tí hetta starv verður burtur í nýggja bygnaðinum, sigur Øssur Winthereig, sum í løtuni hevur farloyvi frá sínum leiðarastarvi. Hann hevur tó ikki fingið nakra formliga uppsøgn frá sjónvarpsleiðsluni enn.
Tað bar ikki til at fáa fatur á sjónvarpsstjóranum og fleiri deildarleiðarum fyrrapartin í gjár, tí teir vóru á skeiði.
Orsøkin
Síðani juni mánað í fjør hevur ein bygnaðarbólkur arbeitt við at gera nýggjan bygnað fyri Sjónvarp Føroya, og hesin bólkur hevur stigvíst arbeitt seg fram til tað úrslit, sum nú skal setast í verk.
Á middegi týsdagin boðaði sjónvarpsstjórin Mentamálaráðnum frá, at hann fer at gera broytingar í Sjónvarpinum.
? Endamálið við nýggja bygnaðinum er at fáa greiðari mannagongdir í sambandi við framleiðslu og dagligar avgerðir í framleiðsluni, greiðari málsetning og máluppfylging í framleiðsluni og eina professionaliersing av SvF sum organisatión, sigur Mikkjal Helmsdal í skrivinum til Mentamálaráðið, sum Sosialurin hevur fingið hendur á.
Broytingarnar
Umsitingin, savnið og tøknideildin hjá SvF fara at virka óbroytt í nýggja bygnaðinum, meðan tær fýra deildirnar innan framleiðsluna av sendingum ? tað eru tíðindadeildin, mentanardeildin, samskiftisdeildin og framleiðsludeildin ? verða niðurlagdar, og leiðararnir av hesum deildum verða uppsagdir.
Í staðin fyri hesar fýra deildir koma tvær nýggjar deildir ? programm-framleiðslu-deildin og skrádeildin.
Programmdeildin skal hava alla framleiðslu av sendingum undir sær, meðan skrádeildin, sum frameftir skal verða ein sterk eind, skal taka sær av strategiarbeiði, uppfylgingum og førleikamenning.
Ein leiðari skal setast fyri programmdeildina, og deildin verður skipað við fleiri redaktiónum, sum í tali og innihaldi verða lagaðar til ta strategi, sum Sjónvarpið leggur. Tað merkir, at ætlar Sjónvarpið sær til dømis at leggja dent á tíðindi, ítrótt, mentan og barnasendingar, so verða redaktiónir mannaðar á hesum økjum.
Á hvørjari redaktión skulu ein redaktørur og ein framleiðari hava ábyrgdina av sendingunum, sum verða framleiddar.
Bygnaðurin í SvF skal sostatt frameftir verða, at undir stjóranum eru tríggir deildarleiðarar ? tøknileiðari, programmframleiðsluleiðari og fíggjar- og umsitingarleiðari.
Nýggj størv mannast
Mikkjal Helmsdal sigur í skrivnum til Mentamálaráðið, at SvF nú fer undir neyðugu stigini fyri at seta nýggja bygnaðin í verk.
? Í fyrsta lagi verða deildarleiðarastørvini uppsøgd fyri tær deildir, ið verða niðurlagdar, skrivar sjónvarpsstjórin.
Síðani skulu nýggju størvini normerast og lýsast, so at ein hóskandi lønarskipan verður gjørd fyri nýggju deildarleiðarastørvini og fyri komandi redaktørar og framleiðarar.