Hugdu tú eftir kongaligu vígsluni?
- Eg hugdi í bitum. Eg var til arbeiðis og koyrdi út til viðskiftafólk, og tað var líkamikið, um eg var hjá privatum ella hjá fyritøkum, tí allastaðnis var sjónvarpið tendrað, og á tann hátt sá eg av og á eitt sindur av hátíðarhaldinum.
Hvat heldur tú um, at so nógvur peningur verður brúktur upp á eina kongaliga vígslu?
- tað man verða í lagi, haldi eg. Danir fáa óivað pengarnar inn aftur fleiri ferðir, tí hatta er góð reklama, ið fer um allan heim.
Er tað rætt av føroyingum at brúka almennar pengar upp á brúdleypið?
- Ja, tað haldi eg. Vit fáa óivað pengarnar aftur á onkran annan hátt. Vit skulu vísa virðing fyri kongshúsinum.










