Sjónvarpið sendir steypafinalurnar

Kringvarpið hevur gjørt av at senda fótbóltsfinalurnar hjá bæði kvinnum og monnum beinleiðis í sjónvarpinum. Hetta merkir samstundis, at útvarpið ikki fer at senda, og tí stendur møguleikin opin hjá Rás2.

Solby Eliasen, programmleiðari, sigur, at við atliti til teir landsdystirnar, sum fótbóltslandsliðið fer at spæla í heyst, og sum SvF skal framleiða, er tað sera góð venjing hjá sjónvarpsliðinum at fáa.

- At talan verður um tvær steypafinalur sama dag, so er talan um góða venjing og royndir hjá okkara sjónvarpsliði, og tað er fremsta orsøkin til, at vit senda finalurnar beinleiðis, sigur Solby Eliasen.

Steypafinalurnar í ár verða millum EB/Streym og Víking hjá monnum og KÍ og B36 hjá kvinnum, og tær verða sum nevnt báðar leiktar leygardagin 25. august.