Sjónvarpið sendir OL úr Sydney

Fríggjamorgunin kl. 08.50 verða olympisku leikirnir settir í Sydney í Australia. Sjónvarp Føroya fer at senda haðani beinleiðis í tríggjar tímar.

Olympisku leikirnir fara eisini at seta dám á skránna hjá sjónvarpinum komandi vikurnar. Sjónvarpið hevur avgjørt at samsenda við Danmarks Radio, sum teir næstu 14 dagarnar fer at senda einar 300 tímar frá OL í Sidney.

OL-skráin hesar dagarnir fer at liggja rættuliga føst:

Sjónvarpið byrjar hvørt kvøld kl. 23.00 at samsenda við DR og senda út í eitt til kl. 13.00 dagin eftir.

Kl. 17.30 hvørt kvøld verður so ein samandráttur av tí, sum er hent um náttina.

Hvørt kvøld kl. 22 verður ein tími við undirhaldi, har tilfarið hevur eitthvørt samband við OL, og aftaná tað, kl. 23 verður so aftur sent beinleiðis úr Sydney til kl. 13 dagin eftir.

Hetta verður so lagið teir næstu 14 dagarnar til 1. oktober tá leikirnir enda.