Sjónvarpið má gera sær størri ómak

Karen Heinesen & Dorete Bloch
-----

Vit báðar gleða okkum á hvørjum ári til Nýggjárskonsertina. Í ár fingu vit ikki verið í Norðurlandahúsinum, men upplivdu í staðin konsertina umvegis sjónvarpið. Hetta gav okkum onga fragd, og orsøkin er mátin sum konsertin reint tekniskt varð víst. Her koma nøkur dømi.
Eitt hæddarpunkt var, tá Ólavur Jacobsen spældi guitar, men meðan hann spældi fantastiskt, vísti myndin einamest fylgispælið hjá hørpuspælaranum. Vit høvdu sjálvsagt ynskt at fokus var á Ólavi.
Tað er kanska í lagi, at unga vakra gentan, sum spældi 2. violin, var at síggja konstant, men vit saknaðu at síggja orkesturleiðaran! Hann er hóast alt ein av høvuðspersónunum í framførsluni. Og nú vit eru við høvuðspersónar, hvør er høvuðspersónur, tá ið Radetzky March verður spæld? Er tað orkestrið ella áhoyrararnir? Í sjónvarpinum varð hetta óklárt – áhoyrararnir, sum vóru bodnir at luttaka í framførsluni, hoyrdist nógv betri enn orkestrið! Vit halda, tað er í fínasta lagi, at myndin vísir áhoyrarar, men tað eigur at verða orkestrið, sum hoyrist.
Er tað veruliga eingin tónleikakønur, hvørs ábyrgd tað er at hyggja ígjøgnum sendingina, vera til staðar, tá ljóðroyndir eru og vera við í framleiðsluni av konsertini? Tað hevði komið sjónvarpshyggjarunum til gagns.
Vit vilja leggja áherðslu á, at atfinningarnar ikki eru ætlaðar listafólkum, kóri, orkestrið og dirigenti.
Vit báðar gleddu okkum til at síggja ta stórfingnu Nýggjárskonsertina í sjónvarpinum, men sótu snópuligar og ilskaðist. Vit ynskja tykkum betri eydnu til næstu konsert.