Kringvarpið hevur ikki ráð at vísa landsdystin millum Estland og Føroyar í kvøld. ? Prísurin fyri dystin er nakað dýrari enn hann plagar at vera, so vit hava raðfest ikki at vísa landsdystin í kvøld, sigur Annika Mittún Jacobsen, stjóri í Kringvarpinum.
Spurd, um Kringvarpið heldur ikki fer at senda hinar landsdystirnar hjá føroyska A-landsliðnum, svarar Kringvarpsstjórin, at um kostnaðurin verður tann sami sum hesaferð, so skulu føroyingar ikki rokna við at síggja landsliðsfótbólt í sjónvarpinum hjá Kringvarpinum.
- Men vit senda frá svimjingini hjá Pál Joensen nú seinnapartin, leggur Annika Mittún Jacobsen aftrat. Tróndur Arge fer eisini at siga frá svimjikappingini á Rás2, og hann hevur Aksel Haraldsen aftrat sær. Tað verður klokkan 16.00.