Ólavur í Beiti
? Um vit samanbera stýringina av Sjónvarpinum við eitt partafelag, so er ein av mununum, at í einum partafelag er umframt stjórn eisini ein nevnd. Ein av teimum týdningarmiklu uppgávunum hjá nevndini er, at virka sum »sparringspartnari« hjá stjórnini, tá broytingar skulu gerast á einum virki, herundir at vera við í avgerðini um, hvussu stórar broytingar skulu fremjast.
? Stjórnin í Sjónvarpi Føroya hevur beinleiðis tilvísing til mentamálaráðharran, og sostatt hevur stjórnin í Sjónvarpi Føroya ikki á sama hátt sum stjórnin í einum partafelagi eitt »forum« har hugsanir kunnu verða royndar, áðrenn tær verða settar í verk. Í hesum sambandi kundi verið umhugsað, um tað er møguligt at skapa eitt líknandi »forum«, har stjórnin í Sjónvarpinum fær møguleikar at royna sínar hugsanir.
? Ein tílík »nevnd« hevði eisini kunnað stuðlað uppundir, tá strategisk mál skulu umhugsast og roynast, verður sagt í frágreiðingini hjá Grannskoðarafelagnum Rasmussen&Weihe.
Lønarposturin ovurstórur
Frágreiðingin, sum Signar á Brúnni, mentamálaráðharri hevur fingið, viðgerð fíggjarligu trupulleikarnar hjá Sjónvarpinum í 1998 og 1999, og hitt evni er ein meting av dygdini í fíggjarstýringini og fíggjarligu stýringsamboðunum hjá Sjónvarpinum.
Men nevnt verður eisini í frágreiðingini hjá Rasmussen&Weihe, at gjøgnunumgongdin av roknskapinum hjá grannskoðarafelagnum vísir, at størsti útreiðsliposturin er lønir. Eisini sæst, at í krónum veksur eingin út-reiðslupostur so nógv í tíðarskeiðinum 1996 til 1999 sum lønirnar.
? Vøksturin í lønum hevur verið stórur - bæði í yvirtíð og føstum lønum og skoytast kann uppí, at fyri føstu lønirnar er tað galdandi, at ein niðurskurður hevur rúma tíð um at sláa ígjøgnum. Yvirtíðin, sum nærum tvífaldast frá 1996 til 1997, vaks eisini í 1998. Við vøkstrinum frá 1996 til 1997 á lønarøkinum í huga, er tað okkara uppfatan, at royndir áttu at verið gjørdar á tálmað yvirtíðini longu tíðliga í 1998, verður sagt í frágreiðingini hjá Rasmussen&Weihe sum vit fara at hyggja neyvari eftir seinni.









