Í Sosialinum mikudagin 7. februar 1979 er ein grein í blaðnum um sjónvarpssendaran, sum skuldi koma til landið um hálvan februar.
Greinin byrjar við at sendarin sum Sjónvarpsfelagið hevur bílagt ikki er komin enn, men formaðurin í felagnum, Krater Højgaard, roknar við at hann kemur um hálvan februar. Sendarin er av slagnum Philips. Hann er keyptur úr Onglandi, men skal roynast í Danmark, áðrenn hann verður sendur til Føroya. Sendarin kostar 30.000 krónur.
Hóast sendarin ikki var komin eru fólk longu byrjað at keypa sjónvarp. Radiohandlarnir í Havn selja rættuliga nógv sjónvarpstól. Sosialurin ringdi til tríggjar av teimum stóru radiohandlunum í Havn og spurdi um søluna av sjónvarpum.
Tummas Jakobsen frá, S.H. Jakobsens Radiohandli, sigur við blaðið, at teir hava selt eini hundrað sjónvarpstól.
Frá radiohandlinum hjá Marstein verður sagt, at seinastu tíðina eru nógv sjónvarp seld. Tað eru so at siga bert 26” sjónvarpstól, sum verða seld. Tey kosta úr 7.000 upp í 10.000 krónur.
Gissur Patursson frá LM-handlinum sigur, at teir hava selt 11 sjónvarpstól í ár. Í fjør seldu teir 23 sjónvarpstól. Talan er so at siga bert um 26” litsjónvarp.