MIÐLAR
Birgir Kruse
Lýsta framsýningnin við livandi myndum í kassa fór fram í bretska náttúruvísindaliga felagnum The Royal Society hin 27. januar 1926. Millum limirnar taldust eisini blaðmenn. Ein teirra skrivar: »Vit sóu andlitsmyndir av livandi fólkum, fluttar í televisión ? sjónvarpaðar. Úrslitið er als ikki nøktandi, og myndin nær ikki somu listarligu hæddir, sum í góðu biografunum. Men allar rørslur verða endurgivnar natúrligar og júst sum tær eru«.
Seinni fekk hetta uppfinnilsi heitið sjónvarp. Men tað var ikki uttan kjak. Herheima vóru uppskotini televisión, teve ella ? tað sum vann ? sjónvarp. Føroyska Sjónvarpið var alment sett á stovn í 1984. Men tá høvdu privatu sjónvarpsfeløgini sent í fimm ár ella so.
Fremsta landið á sjónvarpsøkinum gjørdist Bretland. Har fóru tey undir regluligar sendingar í BBC í 1936. Í Amerika vóru tey tó fyrst at senda sjónvarp í litum. Tað var í 1953. Á donsku heimasíðuni hjá Danmarks Radio ber til at síggja søgu teirra heilt frá 1925 og upp til dagin ídag í teksti, ljóði og myndum. Á bretsku heimasíðuni hjá BBC ber eisini til at leita eftir ymsum tilfari, sum lýsir teirra søgu. Hon byrjaði longu í 1922.
Skotski uppfinnarin, John Logie Baird, sum sýndi livandi sjónvarpsmyndir fyri 75 árum síðani, varð føddur í Dunbarton 13. august 1888 og doyði 14. juni 1946 í Sussex í Onglandi.