Ósjónligt net skal forða malaria

Hvørt ár doyggja í túsundatali av menniskjum av malaria, og tað eru serliga tey smærru børnini sum eru í vanda fyri at doyggja av hesi herviligu sjúkuni.

Sjúkan verður borin við mýggjabitum, og tí hava granskarar í nógv ár arbeitt við at finna ein hátt, soleiðis at børnini sleppa undan hesum. Og kanska eru lasara-ljós loysnin.

Ungarski astro-fysikkarin, Szabolcs Márka er komin fram til, at mýggjabitar ræðast ljós, og at teir tí eisini áttu at óttast lasara-ljós.

Mýggjabitarnir doyggja ikki av at fara ígjøgnum lasara-múrin, men teirhalda seg burtur frá honum.

- Sansirnir hjá mýggjabitunum siga, at teir skulu steðga áðrenn tey nærkast sterka ljósinum. Men tað fara at kortini at ganga nøkur á, áðrenn maðurin á gøtuni kann ogna sær eina slíka lasara-gardinuna ímóti mýggjabitinum.