FERÐSLUTRYGD
Á aðalfundinum hjá Ráðnum fyri ferðslutrygd varð Rúna Sivertsen úr Klaksvík vald til nýggjan formann fyri Petur Jacob Sigvardsen.
Og nýggja forkvinnan ætlar at fara til arbeiðis beinanvegin.
?Við skulu hugsa um, at bilar eru vandamiklar maskinur, sum kunnu drepa og vera til álvarsaman skaða. Hetta mugu vit hugsa um hvørja ferð, vit seta okkum í ein bil, sigur nýggja forkvinnan í Ráðnum fyri ferðslutrygd, Rúna Sivertsen.
Nýggi formaðurin er heldur ikki í iva um, at tað er neyðugt at gerast meiri sjónlig fyri ferðslutrygd og við boðskapinum. Og hetta gerst best við at samstarva við fjølmiðlarnar, heldur Rúna.
?Vit skulu duga at brúka fjølmiðlnar fyri at gerast meiri sjónlig. Endamálið er at fáa hugburðin hjá fólki at broytast, og hetta gerst best umvegis fjølmiðlnarnar, sigur Rúna Sivertsen.
Sjálv hevur Rúna sitið á tingi í samfull fýra fyri Fólkaflokkin, og hon roknar eisini við, at hetta er ein orsøkunum til, at heitt varð á hana um at gerast forkvinna fyri ráðið.
?Tað varð heitt á meg um at gerast formaður, og eg tók av. Eg veit ikki rættiliga, hví tað var, men eg kenni tað politiska skipanina innanífrá, og eg havi góðar møguleikar at gera meg galdandi har, sigur Rúna Sivertsen.
At arbeiða við landsmydugleikunum verður uttan iva eisini ein stórur partur av arbeiðinum hjá nýggja formanninum, tí ráðið hevur stórar ætlanir, m.a. við Null-hugsjónini. Men Ráðið fyri ferðslutrygd ynskir eisini at fáa gjørda eina heilt nýggja ferðslulóg.
?Vit hava ein gamla ferðslulóg sum er, og hana hava myngudleikarnir hampa upp á nakrar ferðir, men hetta er ikki nóg gott. Tíðirnar eru so nógv broyttar, at vit í Føroyum tørva eina heilt nýggja ferðslulóg, sum verður gjørd frá botni av, sigur Rúna Sivertsen.
Null hugsjón
Ráðið fyri ferðslutrygd hevur eisini latið úr hondum eitt álit, kallað Ávegis til Null-hugsjónina.
Null-hugsjónin byrjaði í Svøríki, og aðalmálið er skipa soleiðis fyri, at ongin doyr ella kemur illa til skaða í ferðsluni.
Lógir og ásetingar skulu so byggjast upp eftir hesum prinsippi.
Sjálvt álitið er eitt katalog við hugskotum, siga tey hjá ferðslutrygd. Hugt verður eftir øllum í samband við ferðslu og komið verður við hugskotum til, hvussu ein politikur og ásetingar kunnu gerast.
Bræv
Ferðslutrygd fer fyrsta dagin at senda álitið við einum brævi til landsstýrismannin Bjarna Djurholm, ið hevur økið undir hond.
Ráðið fyri ferðslutrygd vónar við hesum, at ein nýggjur ferðslupolitikkur fer at spyrjast burturúr.
Aðalfundurin góðkendi eisini roknskapin hjá Ráðnum. Fíggingina til virksemið fær Ráðið fyri ferðslutrygd frá landinum, tryggingarfeløgum og kommununum umframt.
Ráðið fyri ferðslutrygd leggur stóran dent á upplýsandi arbeiði fyri skúlaungdóm, og nýggi formaðurin ynskir at fáa eina størri játtan fyri at kunna veita enn betri kunning.