Sum forkvinna í Klaksvíkar Sjónleikarfelag vil eg fegin vísa á umstøðurnar hjá sjónleikinum í Klaksvík og eftir at hava sitið í hesum sessinum í skjótt tvey ár, havi eg gjørt nakrar hugleiðingar um virksemi, ið hevur verið hesa tíðina.
Á barnasjónleikarastevnuni í Gøtu, næstseinasta vár, var staðfest at ungdóminum eiga vit at geva tær bestu umstøðurnar, vit kunnu.
Tey, ið trúføst møta til dramaundirvísing viku eftir viku, vísa okkum, at úrslitið í hinum endanun ber brá av nógvum tímum við hørðum arbeiði.
Vit sóu leikir, ið kravdu nógv av ungu leikarunum. Evni, sum happing, morð, o.a eru ikki bara, sum at siga tað at fara undir. Tað liggja nógvar kenslur aftanfyri og var tað eisini sera kensluborið at hyggja at.
Leikurin hjá tí eldra bólkinum, ið var ein krimi farca, vísti okkum hvussu dugnalig og nærløgd tey ungu eru og hvussu góðan dramalærara vit høvdu.
Tey yngru stóðu onki aftanfyri, leikurin um happing fekk sera góða afturmelding frá teimum, ið sóu hann, helst tí hetta evni, tíverri er aktuelt millum børn og ung í dag. Sera væl frágingnar framførslur á allan hátt. Og flott av børnunum at fara í hesar krevjandi leiklutir.
Eisini her síggja vit nærlagni og hegni. Ung, ið sjálvi skrivað leikir um álvarsmál, sum happing, ber brá av at vit liva í einum samfelag, ið líkist øðrum á tann hátt, at har børn og ung eru, eru eisini ymiskar samfelagsligar avbjóðingar, ið vit hvør á sín hátt royna at loysa, eftir besta førimuni.
Til jóla vóru tríggjar framførslur hjá dramaskúlanum. Tey yngstu framførdu Lucialeik, miðlingarnir framførdu ‘Jólaløtur’ og tey elstu framførdu ein sannan gysara.
Í vár var gleðiligt at vit fingu fatur í leikritinum ‘Guitaristarnir’.
Tað, ið var umráðandi fyri felagið, var at um leikur skuldi setast upp, var týdningarmikið at hann kundi setast upp í Klaksvík.
Umstøðurnar hjá felagnum loyva hesum ikki, tí var heitt á teir, ið vara av Spaniastovu, um vit kundu sleppa inn har at framføra og var hetta játta. Hetta eri eg sera takksomm fyri. Tað er altíð stuttligt at arbeiða saman við samstarvssinnaðum fólkum.
At áskoðaratalið ikki bleiv nøktandi, er sjálvsagt at harmast um. Ikki tykkum at siga, so vóru ummælini sera góð, bæði til leikarar, leikstjóran og alt rundanum. Væl var lýst, við plakatum, útvarpslýsingum, tíðindaskrivum og í sendingini hjá Norðlýsinum R7.
Hølisviðurskiftini hjá felagnum eru, sum verða man, óbroytt! Vit bíða eftir posthúsinum, ið skal verða mentanardepilin í Klaksvík um nøkur ár. Tolin trívst, verður sagt! Tað skal valdast! Vit trívast ikki væl undir hesum umstøðunum, men vit hava ferð eftir ferð gjørt vart við okkum fyri avvarandi mynduleikum, men tað tykist mangan, sum at sletta vatn á gás.
Hølini eru als ikki nøktandi til tað virksemi, ið er har. triðingurin av fermetrunum verður brúktur til goymslu. Í stóra hølinum eru tveir sverir stólpar, ið órógva sýnið, skuldi man valt at framført nakað har.
Tað gýsir undan garaguhurðunum og hitapumpan hevur verið svikalig. Nú er nýggj hitapumpa sett upp og hevur tað bøtt um. Men við vetrinum fyri durinum, er gott við hálvhosum avtrat.
Á fundi við forkvinnuna á mentunardeildini, gjørdi eg vart við stóra trupulleikan viðv hitaviðurskiftunum. Vit fingu tá kommununa at keypa nýggja hitapumpu. Køld hølir eru ikki idéel, tá nógvar av venjingunum ganga fyri seg á gólvinum.
Vit fingu eisini eitt gott prát um dramaskúlan og ta framgongd, ið er har.
Forkvinnan og formansskapurin í mentanarnevndini er sera jalig, men eg vildi ynskt at vit sóu meiri til politisku mynduleikarnar, at teir eisini vóru forvitnir og at áhugin var størri innan sjónleikarvirksemi.
Á fundi við mentanarstjóra og mentanarleiðara, bleiv dentur enn einaferð lagdur á týdningin av at hava eitt leikhús í Klaksvík. At sleppa á pall at framføra undir hóskandi umstøðum, er grundleggjandi fyri at leikarin røkkur út til fólkið.
‘Málið er í gongd’ siga tey, og er tað gleðiligt. Vit gleðast og fegnast um at nú hendir endiliga okkurt. Hesin býurin er virkuliga við, frammi í bussinum, trivnaður í hásæti, ‘komið til Klaksvíkar øll somul, her er so deiligt og nakað fyri øll’.
Slagorð, ið runga nú um dagarnar. Apropo!
Sjónleikarfelagið hevur eina flotta søgu at vísa á, tí er tað sárt at síggja og góðtaka at vit nú eru barnið, ið ongin vil eiga. Tað var tann tíð, tá alt, ið kundi krúpa kom til leik. Men vit mugu bara ásanna at tíðirnar eru broyttar og vit mugu broytast við.
At tillaga okkum til støðuna er nakað vit hava gjørt seinastu nógvu árini. Hetta er als ikki nøktandi og ynskja vit broyting um felagnum og leiklistini í Klaksvík, skal verða lív lagað.
Køðin er long at sleppa í lummarnar hjá kommununi, við hvørt kennist tað, sum vóru vit lítli Oliver Twist, ið svangur bað um at fáa eitt lítið sindur avtrat av súpanini. Vit minnast øll, hvussu tað úrslitið bleiv.
Og tó, so halda vit á. Vit eiga at hyggja frameftir og byggja uppá tey góðu úrslitini vit hava. Hóast mótgongd mangan er, so hava vit megna at hildið dramaskúlan koyrandi við góðum úrsliti. Hetta er eldhugið. Við eldhugaðum fólkum, ið sum áður sagt, taka sær av dramaundirvísingini viku eftir viku, er gull vert fyri tey, ið dagliga hava sítt virki her. Havi tosa við foreldur, ið fegnast um at sjálvsálit, sjálvskensla og sjálvsvirði hjá teirra barni er ment og barnið er blóma í síni tilveru.
‘Jamen spæla tit ikki bara har uppi?’, kann onkur annar so spyrja. Jú, vit spæla nógv. Tá ein arbeiðir við børnum, liggur stórsti parturin í lærutilgongdini, í spælinum.
Vit mennast í tí umhvørvi vit ferðast í dagliga, og í dramahøpi kann ein veruliga folda seg út í egnum tempo’ið. Ongin krevur meir av tær enn tú sjálvur megnar, men tú krevur nakað av tær sjálvum! Her liggur so øgilig tilgongd í, til tað at læra seg sjálvan og sínar førleikar eins og eginleikar at kenna.
Alt hetta er dramaskúlin viðvirkandi til. Estetiska lærutilgongdin í einum kreativum kveikjandi umhvørvi. Fantastiskt !
Vit fáa nýggjan dramalærara aftaná jól og verður dramaskúlin tá tikin upp aftur.
Vit eiga fólkini, tey ungu skulu sleppa framat. Tey, ið hava gingið til drama seinastu nógvu árini, skulu sjálvandi sleppa at royna seg til enn størri framførslur.
Málið er at seta eini tveir leikir upp um árið umframt tað, ið dramaskúlin setur upp.
Felagið er virkið, um vit ikki larma so illa so er lív í. Tað eru nógv, ið eru góð við felagið og eigur eitt livandi og virki sjónleikarfelag at verða ein nátúrligur partur av modernaða samfelagnum.
Tað er valár! Nú eru politikarnir mjúkir at strúka, onkrar samráðingar eru í gongd. Men av royndum vita vit, at ‘Ringt er at legga ástir saman við einum, ið onga leggur ímóti’. Men onki ivamál er, at tað má handlast. Livst so spyrt!
Eg skal tó ikki bara finnast at! Sjálvandi er at fegnast um at býráði er í gongd og at trivnaður er í býnum. Tað er bara so ørkymlandi at tað skal taka so langa tíð. Og ongin hóskandi loysn er, meðan vit bíða.
Vit hava nú funnið leikrit fram og fara at seta leik upp í vetur. Eina publikumsuccés! Nógv rennarí, misskiljingar og forvirringur á senuni. Eina góða gamla farcu, sum vit eru so kend fyri.
Tað sum er umráðandi er, at vit eru í gongd. At vit eru virkin alt árið og sleppa at vísa á tað arbeiðið vit gera! Og at vit eru errin av okkara avrikum.
Í skrivandi stund eru ungfólk í gongd við skemt til jóla. Okkurt at flenna at millum jólainnkeypini.
Klaksvíkin eigur, sum næststórsta kommuna í landinum ikki at vera eftirbátur á hesum øki. Tað hevur hon tíverri verið seinastu nógvu árini.
Klaksvíkar Sjónleikarfelag verður 40 ár, komandi ár. Og vit gleða okkum at bjóða øllum føroyingum til leik fyrst í komandi ári.
Hvør leikpallurin verður, tori eg ikki at siga her, men gleðiligt hevði verið, um vit kundi boðið í egnan leiksal-hvørja ferð!
Aðalbjørg J. Linklett,
forkvinna í Klaksvíkar Sjónleikarfelag