Tann amerikanska sjónleikarinnan og modellin, Olivia Munn, er í hesum døgum nógv at síggja kring heimin. 31 ára gamla kvinnan mótmælir her, at fólk nýta skinnklæði og tað ger hon nakin.
Við slagorðinum Eg vil heldur vera nakin, enn at lata meg í skinn, er Olivia Munn at síggja á nærum hvørjum hornið í Los Angeles, har djóraverndarfelagsskapurin PETA heldur til.
Olivia Munn er kend fyri hennara leiklut í Iron Man 2, og sum journalistur í The Daily Show. Skjótt skal hon luttaka í tveimum stórum sjónvarpssendingum, og hon er tað seinasta kenda andlitið, sum stuðlar PETA.
- Tú eigur at hugsa um, at skinn á tínum handskum ella á tínum kraga kemur frá einum djóri, sum hevur verið í nógvar pínu fyri tína skyld, sigur 31 ára kvinnan í samband við
lýsingarherferðina.
Hetta veit eb.dk í dag.