Sjónleikarhúsið gjørdist bóndagarður

Bóndagarðar úr øllum Føroyum vóru leygardagin í Sjónleikarhúsinum á marknaðardegi. Nógv forvitin leitaðu sær vegin framvið at smakka kjøt og hyggja at mótasýning millum annað.

Sjáldan hevur Sjónleikarhúsið luktað so væl sum tað gjørdi leygardagin. (Kjøt í øllum ymiskum formum var lagt fram at síggja og smakka. Ræst kjøt, skerpikjøt, kópakjøt, mjólk beinleiðis frá kúnni og mangt meira kundu tey vitjandi royna.
Nógv høvdu myndir við at vísa hvussu gjørt verður tá seyður, kúgv, kópur og annað verður slaktað. ì hølinum aftanfyri stóra salin varð víst hvussu rotskógvar vórðu gjørdir og hvat kann fáast burtur úr ull. Eisini var gjørligt at keypa sær eitt breyðstykki til matna.
Bóndin úr Koltrið Bjørn Patursson hevði eina stóra húð av sínum serligu fjallaneytum við. Fyrr hevur hann selt alt sítt kjøt til Hotell Føroyar, men nú fer hann at bjóða tað fram eisini til privatar familjur.
Tað sum lokkaði flest fólk var tó mótasýningin. Sirri, Tøting og MBM høvdu sínar nýggjastu vørur við, og til tónleik av "Vestmonnum" gingu modellir mótasýning. (Bóndafelagið og Meginfelag Búnaðarmanna skipaðu fyri hesum tiltakinum.