Sjónleikarhúsið eitt bordel ???

   

Jóanes K. Andreasen
??????????????????

Havi beint nú verið í Sjónleikarhúsinum eitt ørindi, og slíka skelkandi sjón, sum eg har sá, havi eg ikki fyrr sæð í Sjónleikarhúsinum.
Tað fyrsta eg beri eyga á liggjandi á borðinum, er ein plakat til leikin sum skal framførast í sjónleikarhúsinum í næstum. (myndin skal vera ónevnt)
Skelkurin bleiv ikki minni, tá eg beri kenslu við andlitini á plakatini, og fái at vita, at tað er mynd av sjónleikaranum, aftan á at hava svølgt henda bitan við blandaðum kenslum, fari eg so inn í sjálvan salin, og har er ikki minni skelkandi sjón, allur salurin er gjørdur um til eitt sætt skøkuhol, ja, sum at stíga inn í ein vánaligan western av versta slag.
Til síðst, hví skal ein sjónleikur hava 18 ára aldursmark? Hevur sensururin góðtikið hetta?
Eg spyrji bara.
Fullveldi og moralur? er alt er fari fyri bakka.?
Fy fy?