Klaksvík: Nýggja stýrið fyri mentanarhúsið Atlantis í Klaksvík hevur nú gjørt leigusáttmála við Klaksvíkar Sjónleikarfelag, sum hevur tryggjað sær innivist í húsinum komandi árini.
Klaksvíkar Sjónleikarfelag hevur staðið fyri rakstrinum av Atlantis, men nú verður tað eitt nýtt stýrið, sum kemur at taka sær av hesi uppgávu.
Klaksvíkar kommuna, Klaksvíkar Sjónleikarfelag og Norðoya Sparikassi hava valt umboðini í stýrið, sum nú er farið í holt við sína uppgávu.
Klaksvíkar Sjónleikarfelag hevur fingið rættin at hava kjallaran í Atlantis undir hond, og tey hava atgongd til restina av húsinum, tá tey skipa fyri tiltøkum. Seinastu vikurnar hava tey spælt Norðoyastevnuteitið, sum hevur savnað sera nógv fólk.
Hugsa um biograf
Umframt sjónleikin er ætlanin, at Atlantis skal hýsa øðrum mentanarligum tiltøkum. Tá Listastevna Føroya verður í august mánaði, verða onkur av tiltøkunum á stevnuni hildin í Atlantis.
? Í løtuni kanna vit, hvørjir møguleikar eru fyri at fáa tiltøk í húsið. Vit ætla ikki at leypa fram av, men ætla at tryggja okkum at alt er í lagi, áðrenn vit seta nakað í gongd, sigur Nikolina Olsen, sum er formaður í stýrinum. Saman við henni sita Jógvan Ravnsfjall og Súsanna Olsen í stýrinum.
Stýrið ætlar at kanna, um tað er gjørligt at fáa biograf aftur í Atlantis, men hetta og annað virksemið í húsinum veldst eitt sindur um, hvussu fíggjarligu vánirnar verða.
Klaksvíkar kommuna hevur sagt sera vera sinnað at stuðla virkseminum í húsinum, og í gjár skuldi stýrið á fund við formannin í mentanarnevndini hjá Klaksvíkar býráði. Har skuldi millum annað tosast um komandi ár.
Stýrið fyri Atlantis ætlar í fyrstu syftu ikki at seta nakran leiðara fyri húsið, og tí verður tað stýrið, sum kemur at taka sær av virkseminum í húsinum.