Sjónleikarastevnan hjá MáF er vorðin ein afturvendandi stevna og í ár eru tað strandingar, sum eru vertir.
Evnið á stevnuni er: Hvussu fáa vit fleiri leikir gjørdar úr okkara egna tilfari?
Hesin spurningur verður viðgjørdur við fyrilestrum práti og leiki.
Klaksvíkingar fara at vísa útileikin Blankans ríma, sum teir spældu í sambandi við 90 ára hátíðarhaldið hjá Klaksvíkar kommunu.
Eisini fara Svend Højgaard og Karina Simonsen av Strondum at framføra Risan og Kellingina, sum tey eisini hava sýnt á Føroyakvøldunum, sum verið hava á Strondum í ár.
Luttøka verður eisini uttaneftir á stevnuni. Úr Danmark kemur Thomas Hauger, sum er forseti í altjóða áhugaleikarafelagnum IATA.
Leygarkvøldið verður veitsla á Strondum við sangi og undirhaldi.
Tey ið ætla sær at vera við á stevnuni verða biðin um at venda sær til MáF og frætta nærri um stevnuna.










