Sjónleikarar endiliga fingið sáttmála

Tjóðpallur Føroya fegnast um sáttmálan, sum fer at tryggja yrkisleikarum í Føroyum sømiligar arbeiðsumstøður

Í dag er stórur dagur er fyri sjónleikarar knýttir at Tjóðpalli Føroya. Sáttmáli er undirskrivaður av Tjóðpalli Føroya og Leikarafelag, sum staðfestir lønar- og setanarviðurskifti í samband við leikarar hjá Tjóðpallinm. Partarnir hava í langa tíð samráðst um umstøðurnar hjá føroyskum yrkisleikarum, og eftir drúgvar tingingar er avtala loksins fingin í lag. Í tíðindaskrivi siga partarnir, at sáttmálin er eitt umráðandi stig rættan veg. Umframt at fáa umstøðurnar hjá leikarunum uppá pláss, ger sáttmálin arbeiðið hjá leiðslu og starvsfólki lættari.

Í tíðindaskrivinum stendur:

“Leikarafelag Føroya er fakfelag hjá yrkissjónleikarum og øðrum, sum arbeiða burturav við yrkisleiklist í Føroyum. Í nógv ár var felagið eitt áhugafelag hjá teimum, sum starvaðust burturav við leiklist. Tá Tjóðpallur Føroya fór at virka av álvara í 2005, varð Leikarafelag Føroya broytt til eitt fakfelag, hvørs endamál í høvuðsheitum er at tryggja limum sínum bestu arbeiðsumstøður.

Felagið vendi sær til Lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum fyri at fáa í lag ein sáttmála, men Lønardeildin metti, at bólkurin var alt ov lítil, til at tað bar til at gera ein sjálvstøðugan sáttmála. Mælt varð í staðin til, at bólkurin fór upp í eitt av størri fakfeløgunum. Hetta ynskti felagið ikki, tí at arbeiðsviðurskiftini eru so sermerkt, at eingin annar sáttmáli varð mettur hóskandi til endamálið. Hesi meting hevur leiðslan fyri Tjóðpallin verið samd í.

Í fleiri ár hevur verið togast aftur og fram um málið, til tíðliga í ár, tá Lønardeildin mælti til at gera beinleiðis avtalu millum Leikarafelagið og Tjóðpallin. Eftir at hava tryggjað okkum, at ein slík avtala hevur somu tyngd og virði sum ein vanligur sáttmáli, hava Leikarafelagið og Tjóðpallurin samráðst um málið. Úrslitið er avtalan, sum í dag er undirskrivað í samráð og fullari semju við Lønardeildina og Mentamálaráðið.”

Næsta stig hjá Tjóðpallinum er at fáa til høldar hóskandi høli og fíggjarligu viðurskiftini uppá pláss.