Sjónarmiðið heldur ikki

Helena Dam á Neystabø, stjóri á Skúlabókagrunninum, heldur, at tað er ein sera óheppin gongd, um tekin um, at privat og almenn forløg eru kappingarneytar byrja at koma fram. Sjónarmiðið um kappingaravlagandi stuðul heldur ikki, tí økið hjá Skúlabókagrunninum er fyri tað mesta skúlabøkur

? Sjónarmiðið um, at stuðulin, sum vit fáa, er kappingaravlagandi, heldur ikki, sigur Helena Dam á Neystabø, stjóri á Skúlabókagrunninum.
Hon vísir á, at tey flestu vita, at stuðulin til skúlabøkur fer til tilfar, sum allatíðina skal bróta upp úr nýggjum.
? Vit skulu sjálvi evna eitt fakmál til og innihaldið í bókunum skal samsvara við undirvísingarpolitikkin her í landinum, sigur hon. Harafturat eru ongir rithøvdundar, sum burturav liva av at gera undirvísingartilfar, og tí kann tað vera ein langur vegur at fáa eina heila bókarrøð út við føroyskum undirvísingartilfari.

Kontinuitet
Helena vísir á, at tá talan er um undirvísingartilfar, er neyðugt, at ein ávísur kontinuitetur er.
Sum dømi nevnir hon støddfrøðisbókarøðina, sum tað hevur tikið grunninum 20 ár at fáa til vega til allar árgangirnar í fólkaskúlanum.
? Hvørji privat forløg høvdu sett seg før fyri tí, spyr hon og vísis samstundis á, at bæði í Danmark og Íslandi verður tosað um, at skúlabókamarknaðurin er ov lítil fyri tey privatu forløgini.
? Ongin forðar teimum í at koma inn á hetta økið, men spurningurin er bara, um vit so høvdu kunnað tryggjað tøkt tilfar, um nú øll forløg fara at kríggjast um tær somu krónurnar, sum millum annað skulu nýtast til føroyskt undirvísingartilfar, sigur hon.

Samstarv
Helena heldur tað vera sera óheppið, um tekin nú verða send út, um at klandur er millum forløgini.
Ei heldur heldur hon, at tað er rætt, at Skúlabókagrunnurin og Bókadeild Føroya Lærarafelags verða sædd sum tey, ið vilja teimum privatu forløgunum til lívs.
? Eg kann svara fyri okkum øll her, at vit so avgjørt vilja virka fyri einum so breiðum og fjølbroyttum grundarlagi fyri bókaútgávum sum til ber, sigur hon.
Hon leggur afturat, at um ein fer at hugsa sær, at øll skulu hava part í somu krónum, so verður tað torført at tryggjað undirvísingartilfar, sum samvarar við galdandi reglum. Og at forløg so smátt byrja at taka grundarlagið undan hvørjum øðrum í staðin fyri at samstarva.
? Eg vænti, at allir partar missa, og at stórur skaði kann standast av hesum So hevði tað verið munandi betur at samstarva og roynt at stimbra til dømis mentunargrunnin, heldur Helena Dam á Neystabø, stjóri á Skúlabókagrunninum.