Við Dag & Viku í kvøld segði forkvinnan í vinnunevnd løgtingsins, Bjørt Samuelsen, at neyðugt var at gera stórar neyðsemjur millum samgongulimirnar í vinnunevndini.
- Vit høvdu einki annað alternativ. Hinvegin skilji eg væl Honnu Jensen úr Framsókn, sum ikki er nøgd. Nøkur eru glað, og onnur eru kedd, segði hon.
Bjørt Samuelsen vísti eisini á, at hetta hevur verið eitt ógvuliga trupult arbeiði í vinnunevndini, tí ymisku sjónarmiðini hava líka sum hálað hvør sín veg.
- Vit hava roynt at funnið loysnir saman við formonnunum í flokkunum, og nú álitið fyriliggur, vóni eg, at tað fær góða undirtøku á tingfundinum fríggjadagin, segði forkvinnan í vinnunevnd løgtingsins í kvøld.