Sjómenn hittust aftur eftir 30 ár

Tá ið norski línubáturin, Skarhaug, var í Saltangará eftir agni fyri góðari viku síðan, hitti truck-førarin hjá Skipafelag Føroya, Kristian Martin Hammer (Kissi), fyri fyrstu ferð í tríati ár tveir av sínum skipsfeløgum aftur

Sjómanssøga

Mang kann tykjast undarligt og tilvildarligt í hesum heimi. Og tó; kanska er sumt ikki so tilvildarligt kortini.
Nógvar eru kendu sjómanssøgurnar, og nógvar eru tær, ið almenningurin ongantíð kemur at kenna. Soleiðis er tað nú einaferð.
Sosialurin datt á eina av hesum søgum fyri eini viku síðan, men tíverri eydnaðist okkum ikki at taka myndina, sum hevði verið prikkurin yvir i?ið, um hon var við.
Søgan byrjar, tá ið norski línubáturin, Skarhaug, var í Saltangará eftir agni.
Mánamorgunin í síðstu viku, tá ið Sosialurin var fram við á bryggjuni við myndatólinum, lá línubáturin framvegis, men tá vistu vit einki um, at nøkur serlig søga var at "heinta" í hesum sambandi.
Seinni fingu vit so eitt "tips" um, at her kortini var ein sjómanssøga at heinta.
Men tá var norski línubáturin farin avstað aftur?

Tríati ár seinni

Tá ið Jákup Hansen, sum eigur línuskipið, Mascot, vitjaði umborð á Skarhaug, spurdi ein av manningini Jákup, um hann kendi Kristian Martin Hammer, vanliga nevndur Kissi.
Jú, Jákup kendi Kristian Martin. Hann er truck-førari hjá Skipafelag Føroya, og hansara dagliga starv er her á bryggjuni!
Klokkan 21 sama kvøld ringdi telefonin heima hjá Kristian Martini. Tað var Jákup, sum greiddi frá, at umborð á Skarhaug vóru tveir mans, sum kendu hann og fegin vildu hitta hann.
Teir høvdu verið saman í Ný Foundlandi fyri 30 árum síðan og høvdu ongantíð sæst síðan.
- Eg fór oman á bryggjuna beinanvegin, og har hitti eg teir báðar. Tá ið vit komu í prát, kendi eg teir aftur, men eg mintist ikki nøvnini. Tað var sera hugnaligt at hitta menninar aftur nú tríati ár seinni.
Kristian Martin sigur, at norðmenninir vóru umleið 19 ára gamlir, tá ið hann var saman við teimum umborð á norska línubátinum, Koralhav í 1974-1975.
- Eg minnist, at hetta vóru allir fryntligir menn. Aðrir føroyingar vóru eisini umborð á Koralhav, men eingin hiðani á leiðini. Hinir vóru úr Leirvík og Kollafirði.
Kristian Martin sigur, at hann sigldi eini sjey ár við reiðarínum, sum átti Koralhav.

Heim við

- Umborð á Skarhaug tosaði eg mest við annan av hesum monnum, og hesin kom heim við mær hetta kvøldið. Vit prátaðu væl og leingi, og klokkan var farin av midnátt, áðrenn norðmaðurin fór umborð aftur.
Í dag eru gomlu starvsfelagarnir hjá Kristian Martini umborð á Skarhaug 49-50 ára gamlir ? og sjálvur er hann nú 65 ár.
Til stuttleikar kann nevnast, at meðan Skarhaug lá í Saltangará, vórðu nærmastu kioskirnar næstan tømdar fyri sigarettir og tubbak, tí hesar vørur eru vorðnar rættiliga dýrar í Noregi.