Sjómenn og egnarar eru egnaðir til annað enn bert at arbeiða umborð. Fleiri teirra duga eisini væl at mála, og nú verður eisini ein serstøk framsýning við verkum eftir hesum monnum.
- Hetta fer vónandi at eggja teimum og øðrum við at taka penslarnar í hond, sigur Jaspur Kruse, sum sjálvur er egnari hjá einum línubáti í Klaksvík.