Framsýningar av fiski á Sjómannadegnum eru ikki brot á lógina. Tað segði løgfrøðiligur ráðgevi í Uttanríkis- og Vinnumálaráðnum, sum hevur skrivað sjálvan lógartekstin, við in.fo í morgun. Les tað greinina her
Men á Sjómannadegnum hava tey við lógini í hondini tikið støðu til at minka um árligu fiskaframsýningina. Orsøkin er, at undir punktinum “framsýning”, stendur eitt nú “Tann, sum venur djór, og tann, sum brúkar djór til framsýningar, undirhald og kappingar, eins og tann, ið skipar fyri slíkum virksemi, skal tryggja, at djórið 1) er ført fyri at útinna virksemið, uttan at tað verður lúgvað ella skatt”.
- Vit vita væl, at framsýningin í sær sjálvum er í lagið. Men trupulleikin er, at vit hava djórini í kørum, og endamálið er, at børn skulu sleppa at nerta og hyggja. Og tað er altíð og fer altíð at vera onkrir buldraligir dreingir, sum fara um mørk, uttan at vit varnast tað, sigur Eyðstein Poulsen, fyrireikari.
Hann vísir á, at sjálvandi ynskir Sjómannadagurin, at alt virksemi skal vera djóravinarligt, men kortini er eingin, sum fær ansað eftir kørunum hvønn tíma.
- Persónliga vil eg fegin hava teir buldraligu dreingirnar at sleppa at nerta og uppliva. Teir eru kanska komandi sjómenn, og vit vita, at tað ofta eru tey, sum onkuntíð fara um mark, sum skapa nakað seinni, sigur Eyðstein Poulsen.
Men Sjómannadagurin hevur upplivað, hvussu reaktiónirnar eru, um mørkini verða brotin.
- Vit hava merkt øsingina, og hvussu ill fólk blíva, um tey til dømis síggja ein smádrong skera beinini av einum krabba. Og tað er hent ofta. Tekur onkur tað upp á video og meldar okkum, so halda vit í øllum førum, at lógin er nóg greið til at tað kann skapa trupulleikar fyri okkum, sigur Eyðstein Poulsen.
Sjómannadagurin hevur ikki fingið sær løgfrøðiliga ráðgeving um hetta. Heldur hava fyriskipararnir valt at avmarkað framsýningina so, at hon er eitt sindur avsíðis, so bert tey sum veruliga vilja uppliva hana, koma fram á hana. Og so eru steinar og annað settir í kørini so, at djórini hava støð í kørunum at krógva seg.
- Tað einasta vit ikki vilja gera, er at seta rútar og líknandi fyri. Um tað skal vera so, at børnini ikki kunnu nerta við djórini, so kunnu vit tað sama bara vísa video á teldu av djórunum, sigur Eyðstein Poulsen.