Sjómannadagur vísir sjófólkum virðing

Hóast tey ikki altíð eru so sjónlig, eru tað sjófólkini, sum í stóran mun halda okkara samfelag uppi, minti fiskimálaráðharrin, Bjørn Kalsø, á, tá hann setti Sjómannadagin 2007



Í setanarrøðuni segði fiskimálaráðharrin millum annað, at hann kendi tað sum ein serligan heiður at sleppa at geva sítt íkast til hendan dagin, har hann kom so tætt at sínum málsøki og teimum fólkum, sum hava sítt gerandislív í fiskivinnuni. 



Avbjóðing

- Sjófólk hava í allar mátar uppiborið, at serligt ljós verður varpað á tey. Ein dagur, sum hesin, styrkir virðingina fyri sjóvinnuni, segði Bjørn Kalsø, fiskimálaráðharri.

Hann legði afturat, at hóast fiskiskapur er kjarnin í sjóvinnuni, so kann hann ikki standa einsamallur. Skal okkara sjóvinna fylgja við, má hon alsamt menna seg við betri skúling og trygd, meir framkomnum tólum og eftirmetingarskipanum.

- Eg vóni ikki, at tit, sum hava tykkara lív í sjóvinnuni, síggja hesi framtíðarkrøv sum eina hóttan, men heldur sum eina neyðuga og avbjóðandi menning av tykkara yrki, segði fiskimálaráðharrin. 



Rætta umhvørvið

Við egningarskúrunum øðrumegin og Vánni hinumegin dugdi fiskimálaráðharrin illa at ímynda sær eitt betri hóskandi umhvørvi fyri Sjómannadagin enn júst Klaksvíkina og Stangabrúnna.

Eisini helt hann tað vera stuttligt at síggja, hvussu væl tað var eydnast fyrireikararnum at hava børnini við í ymsum, sum tey vaksnu vanliga takast við

- Tað er hugaligt at síggja, hvussu Sjómannadagurin megnar at ítøkiliggera nógv av tí, sum fyrr var ein sjálvfylgja, men sum nú er við at fara í gloymibókina, segði Børn Kalsø, fiskimálarráðharri millum annað, áðrenn hann lýsti Sjómannadagin 2007 at vera settan.