Rás1 hjá Televarpinum vísir í kvøld tvær sendingar, sum eru tiknar upp á Sjómannadøgunum undanfarnu árini. Onnur sendingin vísir frá ymiskum tiltøkum og kappingum, sum vóru á Sjómannadegnum í 2006.
Tiltakið var sera væl eydnað og vóru nógvir luttakarar og áskoðarar komnir saman til nakrar ógloymandi dagar.
Hin sendingin er um springaran ?Pollur?, sum eisini var á Sjómannadegnum. Pollur fær fisk at eta og undirvatnsfilmstól fylgja við springaranum undir vatnskorpuni, til hann verður sleptur leysur aftur.
Sendingarnar verða sendar í kvøld aftaná íslendsku sendingarnar Fréttir og Kastljós umleið. Tað er á leið klokkan 21.15.