Sjálvuppgávurnar sendar út mikudagin

Mikudagin verða skattauppgerðirnar hjá TAKS fyri 2012 sendar út. Talan er í alt um slakar 36.000 uppgerðir. Yvir 2.300 borgarar hava longu fingið skattauppgerðina sendandi á nýggja talgilda postkassan Mínboks, meðan restin fær sína uppgerð við posti.

Sambært uppgerðunum hjá TAKS fáa í alt 16.401 persónar avlopsskatt. Samlaði avlopsskatturin er 53.099.429 krónur. 1.251 persónar fáa eina rokning – samlaði írestandi skatturin er 2.226.595 krónur.

Hjá 18.342 skattgjaldarum passaði skatturin, sum teir høvdu goldið í 2012, við endaligu útrokningina av skattinum fyri árið.

Er avlopsskatturin minni enn 25 kr. verður hann ikki útgoldin, eins og írestandi skattur á minni enn 100 kr. ikki verður kravdur.

6.157 fáa Sjálvuppgávu

Í alt 6.157 persónar fáa ikki Framskundaða Skattauppgerð sendandi, men í staðin Sjálvuppgávu 2012. Sjálvuppgávan skal fyllast út og latast inn, og síðani verður skattauppgerð hjá hesum gjørd. Longu nú hava 684 persónar fingið Sjálvuppgávuna sendandi á Mínboks, meðan restin fær hana sendandi við posti.

Skattgjaldarar, sum fáa Framskundaða Skattauppgerð sendandi, skulu kanna, um hendan er røtt. Eru feilir í uppgerðini, ella eru upphæddir ikki við, so skal ein lata Sjálvuppgávu inn við røttu upplýsingunum og upphæddunum. Lættast og skjótast er at lata Sjálvuppgávu inn umvegis eSkatt.fo, sigur Taks.