Sjálvtøkurnar óvirknar um vikuskiftið

Peningastovnarnir í Føroyum fara um vikuskiftið at leggja sínar KT-skipanir um til danskan veitara. Tí boða peningastovnarnir í dag frá, at sjálvtøkurnar kring landið verða óvirknar um vikuskiftið, og at summar sjálvtøkur kunnu hugsast verða óstøðugar inn í komandi viku eisini.

Eisini netbankarnir verða ávirkaðir av hesum, og í tí verður heldur ikki gjørligt at flyta pening tann vegin.

Sama er galdandi fyri gjaldingar í eMVG og eToll skipanunum hjá TAKS. Eisini kann roknast við ávísum seinkingum fyrstu dagarnar eftir umleggingina.

Í umleggingarvikuskiftinum virka øll gjaldskort sum vanligt í handlum og aðrastaðni, har gjaldskort verða nýtt, bæði innanlands, uttanlands og á internetinum.