- So, er seinasta boyan komin inn um lúnningina, og seinasti túrur í ár er liðugur. Væl hevur gingist.
Soleiðis skrivar kokkurin umborð á frystilínuskipinum, Ågot, á sínari Facebook-síðu í kvøld. Hann greiðir frá, at teir fóru av Klaksvík hin 10. november, og nú vit skriva 9. desember, er skipið fult av fiski.
- Sagt plagar at vera, at skipið er fult undir lúkurnar, men henda túrin er meira enn tað. Vit hava fylt last, frystarar og agna-og kokkafrystarí. Kokkurin greiðir eisini frá, at í kvøld verður hin seinasti nátturðin á túrinum etin, og tað plagar at vera okkurt gott.
Í kvøld verður tað nevniliga ræst kjøt frá Símuni bónda í Hattarvík. Símun í Vátutoft leggur aftrat, at viðheftu mynd tók Sigmund Andreasen eitt kvøldið, tá teir vóru inni á Vági eftir agni.
Á heimasíðuni hjá Fiskamarknaði Føroya verður sagt, at Ågot hevur boðað frá landing í morgin, 10. desember, og hin 5. desember høvdu teir 75 tons av toski, 66 tons av hýsu, stívliga fimm tons av longu, trý tons av brosmu og so nakað av øðrum fiski.