Sjálvt ekspertar klára ikki at fyribyrgja sjálvmorði...

- Tað, sum vit royna, er at fáa fólk, sum ikki orka at liva meira, at hóma onkra loysn í lívinum, sigur Eyðun Joensen, sálarfrøðingur

Sálarmøði

Sunnudagin var Eyðun Joensen, sálarfrøðingur, úti í Nólsoy og greiddi frá ymiskum orsøkum, sum kunnu viðvirka til, at summi fólk ikki orka at liva meira.
- Eg haldi, at hetta var ein góður fundur, sum vardi hálvan triðja tíma við einum kaffisteðgi. Eini 60-70 fólk møttu á fundinum, og tað er nógv í eini so lítlari bygd.
Eyðun sigur, at fólk í bygdini høvdu reist ynski um at fáa eitt fakfólk út at tosa um hesi viðurskifti.

Fólk eru skelkað

- Tá ið slíkt hendir, eru fólk skelkað og torført kann vera at byrja vanliga gerandisdagin aftur, sigur hann.
Ein av treytunum, ið Eyðun setti, var, at fundurin ikki skuldi lýsast alment, tí fólk, sum hava verið í slíkari vanlukkuligari støðu, havi ikki uppiborið at verða skemd á nakran hátt.
Eyðun sigur, at nógvir spurningar vórðu reistir, og endamálið hjá honum við fundinum var at ugga og fáa fólk at skilja, at eingin megnar at fyribyrgja slíkum, tá ið ringast vil til ? og eingin er sekur í tí, sum hendir.
- Sjálvt ikki vit, sum eru ekspertar á økinum, megna at fyribyrgja, at slíkt ikki hendir.
Hann sigur, at á deildunum í Havn eru fólk væl vard, og nógv fakfólk eru rundan um tey, sum eru sjúk.
- Kortini hendir tað syrgirliga, at onkur fer burtur ímillum, sigur hann.

At hóma loysnir

Eyðun sigur, at hann greiddi frá, hvussu roynt verður at "lesa fólk av", sum eru tyngd og ikki orka at liva meira.
- Tað, sum vit royna, er at fáa hesi fólk, sum eru í eini vanlukkuligari støðu, at hóma onkra aðra loysn í lívinum, tí tað eru altíð aðrir útvegir, sigur Eyðun Joensen, sálarfrøðingur.