Sjálvstýrisvongurin á flog aftur

Øll mál, sum danir gjalda fyri í dag, skulu yvirtakast, og fólkaatkvøðu um sambandið við Danmark skal verða í seinasta lagi 2015. Nýggi formaðurin í Fólkaflokkinum, Jørgen Niclasen, lovar endurnýgging

POLITIKKUR




Føroyskur sjálvstýrispolitikkur er ikki tann sami, sum hann var í seinastu viku.

Í øllum førum er greitt eftir at Fólkaflokkurin kjósaði sær nýggjan formann hósdagin, at hann ætlar sær at seta ferð á aftur sjálvbjargnistilgongdina hjá føroyingum.

- Eg og Anfinn Kallsberg hava verið ógvuliga samdir, men nú verður ein fornýgging. Nú skal ferð setast á aftur, sigur nýggi formaðurin, Jørgen Niclasen, ið nevnir trý punkt fyri at røkka hesum.

Fyri tað fyrsta heldur Jørgen Niclasen, at ein semja skal gerast millum allar flokkar um ein sjálvberandi búskap, og hetta metir hann, at allir flokkar á Tingi eru áhugaðir í.

Fyri tað bæsta skulu øll tey 22 økini, sum enn eru búskaparliga heft at Danmark, fáast á føroyskar hendur. ´

Í triðja lagi skal fólkaatkvøða um »ta ríkisrættarligu støðuna haldast í seinasta lagi í 2015.

- Ja, eina broyting, kunnu vit kalla tað, eina ítøkiliggering, sigur nýggi formaðurin, og vísir á, at tað sonevnda fullveldislandsstýrið ynskti 15 ára skiftistíð.

- Nú er broytingin tann, at løgmaður við Javnaðarflokkinum hevur sagt, at vit vit skulu verða leys búskaparliga av Danmark, sigur Jørgen Niclasen.

Ert tú løgmansevni hjá Fólkaflokkinum?

- Tað hava vit ikki viðgjørt enn. Men tað er vanligt, at formaðurin er løgmansevni.

Við seinasta val meldaðu hinir flokkarnir út, at teir ikki vildu Anfinn Kallsberg aftur sum løgmann. Ert tað tí, at hann fór frá nú?

- Nei, tað haldi eg ikki. Hann vildi hava eina fornýgging, sigur Jørgen Niclasen, ið vísir á, at Anfinn Kallsber hevur sitið í 4 samgongum.


Væntar ikki »politiska forfylging«


Ofta hevur verið róð framundir, at nývaldi formaðurin í Fólkaflokkinum skuldi hava verið virkin í einum máli, har flakamaskinur og onnur útgerð varð flutt frá Fiskavirking til Fiskavirkið hjá Jørgeni Niclasen í Sørvági. Sambært bókini »Skjót journalistin« frá 2003 eftir Grækaris Djurhuus Magnussen og Øssur Winthereig varð málið »uppdagað«, men talan var ikki um politimál. Tó er sambært ikki greitt, hvar nøkur kør, sum eisini vórðu tikin, endaðu.

Jørgen Niclasen segði við Útvarpið hóskvøldið, at onki var í hesum málinum.

Men kann málið um flakamaskinuna ikki geva trupulleikar til næstu samgongusamráðingar?

- Um so verður, so er tað politisk forfylging, sigur fólkafloksformaðurin, ið sigur, at hatta ikki er nøkur »hemmeligheit«, sum hann orðar tað.

- Eg havi sitið í landsstýrinum síðani tá, sigur Jørgen Niclasen, ið váttar, at hetta eisini hevur verið viðgjørt áður í samgongusamráðingum.

Men tað er ein endurnýggjaður Fólkaflokkur, ið fer til løgtingsval um ikki langa tíð, staðfestir nýggi floksformaðurin.