Yvirtøkuleisturin hjá løgmanni skuldi ruddað slóð fyri, at vit fáa eina semju í Føroyum um sjálvstýrismálið, og tann semjan er ótrúliga týdningarmikil.
Soleiðis sigur Jóannes Eidesgaard, formaður í Javnaðarflokkinum. Sostatt bendir alt á, at ein semja um sjálvstýrispolitikkin er í ljósmála eftir naggatódn og ósemju í áravís.
Formaður Javnaðarfloksins heldur í øllum førum, at nýggi yvirtøkuleisturin hjá løgmanni ber boð um, at øll andstøðan kann taka undir við tí politikki á sjálvstýrisleið, sum samgongan setir út í kortið.
? Javnaðarflokkurin gleðist yvir, at tað endiliga er gingið upp fyri løgmann og samgonguna, at tað eru fleiri møguleikar at fremja føroyskt sjálvstýri enn tann, sum hevur verið leisturin hjá samgonguni higartil, sigur Jóannes Eidesgaard, sum eisini heldur, at Sambandsflokkurin átti at kunnað tikið undir við yvirskipaða leistinum.
Savnar málsøki
Uppskotið hjá løgmanni snýr seg í stuttum um at savna øll tey málsøki, sum liggja uttan fyri heimastýrislógina í eina yvirtøkulóg. Hon skal samtykkjast í Fólkatinginum og løgtinginum.
Endamálið hjá løgmanni er at fáa greiðar karmar um allar yvirtøkur í framtíðini, so at sjálvstýrispolitikkurin verður fluttur til Føroya og fingin í eina fasta legu.
Í roynd og veru er uppskotið ongin kollvelting av heimastýrislógini. Hon verður standandi og skal tráðnýtast til at yvirtaka øll málsøki í henni.
Uttan fyri heimastýrislógina liggja millum annað útlendingaøkið, revsirættarliga økið og persóns-, familju og arvarættarliga øki. Tey skulu yvirtakast við eini og somu yvirtøkulóg. Tað merkir tó samstundis, at eitt nú løgreglan framvegis verður felags mál, sum sambært heimastýrislógini má yvirtakast við samráðingum.
? Um hetta er ein nútúmansgerð ella víðkan av heimastýrislógini, haldi eg ikki, at vit skulu brúka so nógva orku uppá. Hóast okkara sjálvstýrislóg varð meira víðgongd, so var hon bara meint sum eitt útspæl til samráðingar, og tí vil Javnaðarflokkurin eisini taka undir við leistinum hjá løgmanni, sigur Jóannes Eidesgaard.
Sjálvstýrislógin hjá Javnaðarflokkinum hevði millum annað við sær, at øll mál skuldu kunna yvirtakast einsíðugt av løgtinginum. Tað inniheldur uppskotið hjá løgmanni ikki, tí heimastýrislógin verður standandi. Harafturat varð mælt til, at broytingarnar skuldu staðfestast í altjóða samfelagnum. Hetta var ein snávingarsteinur, sum nú slepst undan.
Til heiður og æru
Jóannes Eidesgaard heldur, at nýggi leisturin er ein viðurkenning av, at heimastýrislógin er amboðið, sum skal brúkast at vinna Føroyum fult sjálvstýri.
? Við teimum tillagingum, sum nú eru gjørdar, verður prógvað, at heimastýrislógin røkkur líka at loysingini. Heimastýrislógin hevur ongantíð verið nøkur forðing fyri føroyskum sjálvstýrispolitikki, men trupulleikin hevur heldur verið at funnið fram til nakrar semjur, sum bera á mál. Nú er tað vorðið ein spurningur hjá okkum at gagnnýta teir møguleikar, sum okkum verða givnir, og tað kunnu vit saktans taka undir við, sigur Jóannes Eidesgaard.
Frígevur orku
Samanumtikið heldur formaður Javnaðarfloksins, at ein semja í Føroyum um sjálvstýrismálið eigur at frígeva orku at føra politikk í Føroyum.
? Tað hevur størst týdning av øllum, at vit finna ein leist, sum ger, at vit kunnu semjast, so vit kunnu brúka orkuna til at føra politikk heima hjá okkum. Og tað haldi eg meg síggja í hesum uppritinum hjá løgmanni, sigur Jóannes Eidesgaard.

FAKTA
Grundprinsipp í yvirtøkuleisti
<sum$?$end$!$ Heimastýrisskipanin verður víðkað til eisini at umfata øll viðkomandi málsøki. Undantikin eru uttanríkismál, verjumál og heimarættur.
<sum$?$end$!$ Føroysku myndugleikarnir yvirtaka samstundis útreiðslurnar fyri málsøkini.
<sum$?$end$!$ Yvirtøkurnar av dómstólum og revsirættarliga økinum verða sett í gongd eftir samráðing millum løgmann og forsætisráðharran, tí hesi eru tekniskt fjølbroytt og eiga at vera samskipað við yvirtøkuna av løgregluni.
<sum$?$end$!$ Danski hægstirætturin verður framvegis hægsti dómstólur í felags málum.
<sum$?$end$!$ Yvirtøkuleisturin umfatar ikki málini á lista A og B í heimastýrislógini, ið halda fram sum nú.

Kelda: Upprit frá løgmansskrivstovuni frá 27.09.2002