Sjálvstýrislandsstýrið byggir sín fíggjarpolitikk á danskan blokk

Fíggjarlógaruppskotið fyri 2003 vísir, at samgonguflokkarnir hava harliga brúk fyri blokkstuðlinum úr Danmark.

Av teimum 630 mió. krónunum, sum landskassin skal hava úr danska ríkiskassanum í komandi ári, skulu heilar 628 mió. krónur nýtast til rakstur, íløgur og avdráttir av lánum, meðan bert 2 mió. krónur verða settar á bók.
Ja so týdningarmikil er blokkstuðulin fyri samgonguflokkarnar, at teir hava slept tí gamla ynskinum um at minka blokkin burtur, og hava ístaðin "fryst hann fastan", sum tað nú eitur. Hetta, siga teir, skal gera blokkin til ein alsamt minni part av føroyska búskapinum so hvørt sum búskapurin veksur (um hann veksur). - Men hvat nú um búskapurin ikki veksur, ella verður fyri afturgongd? Ja so verður tann fastfrysti blokkstuðulin ein alsamt størri partur av samlaða føroyska búskapinum, men tað má eitt sjálvstýrislandsstýri sjálvsagt ikki nevna. Tá er betri at "meta at búskaparvøksturin heldur fram".

Mangt er broytt síðani 2001
Tá yvirtøkulógin var til 1. viðgerð í løgtinginum í august í fjør segði Høgni Hoydal millum annað soleiðis: "Eg havi sagt tað fyrr, eg kann endurtaka tað, at tann størsti vandin fyri føroyskan búskap, eftir mínum tykki, er at man ikki minkar blokkstuðulin, men at man í staðin í populismu gyklar fólki fyri at man kann brúka nakrar pengar, sum vit ikki hava trygd fyri, til pensjónir og hvørt av sínum. Sjálvsagt skulu allar okkara vælferðarskipanir, pensjónir og annað fíggjast við okkara egnu inntøkum, tað er tað einasta trygga frameftir."
Nú er fíggjarlógaruppskotið fyri 2003 komið. Blokkstuðulin minkar ikki, og pengarnir, sum vit "ikki høvdu trygd fyri" í 2001 eru kortini á ein ella annan hátt "frystir fastir". Hesir pengarnir eru nú við til at fíggja okkara vælferðarskipanir, sum annars skuldu fíggjast við "okkara egnu inntøkum", tí tað skuldi vera tað "einasta trygga frameftir". Blokkstuðulin verður ikki settur á bók, sum Karsten Hansen annars vildi vera við fyri einum ári síðani, og útreiðslur landskassans eru øktar heilar 944 mió. krónur síðani 1998.
- Ja skjótt broytist í okkara lítla samfelag, hvørs leiðarar einaferð ætlaðu at taka fullveldi.