Orsøkin til vantandi javnstøðuna á listanum hjá Sjálvstýrisflokkinum hevur einki við tað at gera, at kvinnur ikki tora at halda seg framat.
Tað er beinleiðis ósatt, sigur Rúna Sivertsen, sum var valevni Sjálvstýrisfloksins til síðsta fólkatingsval.
Eg føli meg beinleiðis provokeraða av at hoyra Kára á Rógvi siga, at kvinnurnar ikki vilja halda seg framat, tí tær hava tað húsliga arbeiðið. Eg eri langt síðani komin yvir tað húsliga arbeiði, og eg havi síðani eg byrjaði at stilla upp til løgtingið eisini stillað upp til fólkatingsval. Men orsøkin til at eg ikki stilli upp hesaferð eitur Kári á Rógvi, sigur Rúna Sivertsen.
Hon vísir á, at hon og sum Portalurin skilir, so eru fleiri við henni ikki vil stuðla Kára á Rógvi og leiðsluni í Sjálvstýrisflokkinum.
So leingi Kári á Rógvi er formaður, so stilli eg ikki upp fyri Sjálvstýrisflokkin, sigur hon.
Spurd um tað merkir, at hon so heldur ikki stillar upp til løgtingsvalið sigur hon, at kann væl vera. Men tað er altso treytað av, hvør tá er formaður í Sjálvstýrisflokkinum.