Sjálvstýrishugur

Í Føroyum er tað ein heiður at vera sjálvstýrissinnaður, bara í sær sjálvum. Tað borgar fyri framburðshugi, fosturlandsalski, demokratiskum sinnalagi, mentan, evnum, arbeiðshugi.

Snøkt sagt eginleikar, sum í øðrum londum skulu báðar politisku síðurnar til at røkka.
Harafturímóti er at vera sambandssinnaður borgan fyri at vera politisk dølskur, bara í orðum demokratiskur, fosturlandskærur uppá gjøt, afturhaldssinnaður av náttúru, siðaleysur, bara javnt evnaligur ella minni, minst møguliga arbeiðshugaður.
Eginleikar, sum hvørgin síðan, høgra, vinstra, kennist við í øðrum londum. Men søgugranskarar av miðøldini kenna øll hesi eyðkennini aftur. Tað vóru tey, sum gjørdu miðøldina so longi varandi.

Sjálvstýrisoyggjar
Í Føroyum hevur sjálvstýrishugurin flutt seg eitt sindur síðan toganin sjálvstýri, samband kom í um jólafundin 1988 og aftaná.
Trygga miðstøðin fyri sjálvstýri hevur midoyggjin í Føroyum Sandoyggin altíð verið. Har hevur síðan politiska floksbýti í 1906, verið fastur sjálvstýrishugur í í hvussu so er einum sjálvsstýrispolitikkara, viðhvørt báðum umdømismøguleikunum.
Í byrjanini av politisku floksbýtinum var oyggin yvirhøvur sjálvstýrishugað.
Stóra sjálvstýrisoyggin frá byrjan av floksbýtinum, enn virkandi í dag, var Vágoyggin. Heimaoyggin hjá stórum fosturlandsyrkjarum sum Mikkjal Dánjalsson á Ryggi og øðrum til. Til valið 1906 og nøkur ár fram atkvøddi øll oyggin sjálvstýri so at siga, friðarval var onkuntíð, tí ongin stillaði upp fyri sambandsflokkin. Okkurt val atkvøddu øll í Sandavági á sjálvstýrisflokkin, fyri skomm skyld atkvøddu nøkur fá seinni á samband har, men so hevur spekuliga yvir ártýggir hála eitt sindur hin vegin, tó so at sjálvstýri altíð var valdandi.
Hetta er fyrst nú álvarsliga við at vikna nú sjálvstýrishugsjónin er um at verða framd í politiskum verki. Kanska er tað politiska síðan, sum ger munin. Tjóðskapurin var mentanarligur. Kanska er tað bara skaðilig heilsuráð. Heiðurin er enn at verða sjálvstýrissinnaður, skommin samband.
Streymoggin í tveimum valdømum hevur til helvtar týlja verið sjálvstýrisoyggj.
Norðara helvt við høvuðstøð um Vestmanna hevur altíð havt sjálvstýrisumboð í tinginum síðan 1906. Hetta búskaparligur framburðshugi hjá nøkrum av stórstu vinnulívsmonnum okkara og landskærum yrkjarum í Kvívík at takka.
Fyrst nú høttir sjálvstýrishugurin at linka, nú vunnið er uppundir land.
Suðurstreymoy við høvuðssæti í høvuðstaði okkara Tórshavn hevur á nógvan hátt verið avgerandi fyri lagnu okkara í tjóðskaparspurninginum, sum onki løgið er í.
Her hevur afturhaldi havt eyka møguleika, at festa seg.
Umsiting og høvuðshandil, upprunaliga einhandil, var her, við bara umboðanum út um oyggjarnar í embætismonnum, prestum, oftast danskir, og úthandlum.
Høvuðshvørkatakið hevur verið her í danskari ávirkar í donskum embætismonnum, handilsmonnum. Tá hetta linkar, lutvís av sær sjálvum av demokratisku broytingunum í Danmark um miðjan næstseinastu øld, og haríhangandi byrjandi tjóð-skaparveking í Føroyum, flytist sjálvstýrishugur yvir í størri fjøld, fyrst í Havn, so aðrastaðir við í Føroyum.
Í 1946 vísti Havnin seg at standa mát. Tað eru stórum fosturlandsyrkjarum sum HA Djúrhus og øðrum við fyri at takka fremst.
Staðurin hevur síðan verið javnt sjálvstýrissinnaður.
Eysturoyggin er í dag javnt sjálvstýrisoyggj. Hetta hevur ikki altíð verið so. Til 1946 var sunnara størra helvt við Fuglafirði avkøvt samband.
Afturhaldið hevur tíðlja sæð týdningi í at seta sambandsembætismenn á hesa vinnuliga týdningarmiklu og fólkaríka miðstøði í Føroyum.
Vinnuligi framburðurin í Føroyum ikki minst um Skálafjørðin og hvøkkurin við fólkaatkvøðuni, sum óvæntað setti Eysturoynna uttanfyri meginúrslitið saman við Suðuroynni, førdi til skifti.
Norðari minni helvt av Eysturoynni við Gjógv hevur altíð helt meir til útnorðuroyggjar, tað sjálvstýrisbjarta vunnið. Sunnara helvt um Skálfjørð vendi móti Havnini og Danmark, tí var so longi samband har. Bond millum kongsbøndir her um Kongshavn og kong vóru avgerandi longi. Eitt skifti er helst við løgtingsyvirtøkuni av kongsjørðini.
Norðuroyggjar vóru skjótt sjálvstýrisoyggjar burturav, í fyrsta hevði sambandsafturhald hug at festa seg, men mikla búskapar framburðinum fyri at takka, framtaksmonnum yvir vanliga stødd, hava tær síðan verið sjálvstýrissinnaðar, er sjálvstýrisháborgin.
Har er føst sjálvstýrisyvirvág í dag. Sum oftast er sambandsmøguleikin úti úr løgtinginum, ikki altíð úti úr landstýrinum.
Suðuroyggin er í dag, at vísa seg, til helvtar sjálvstýrissinnaðar. Hetta hevur so langt frá altíð verið so.
Trygga støði fyri sambands og sambandsávirkan aðra staðir í Føroyum við var longi Suðuroyggin. Fjarstøðan. Eitt eitt sindur annaðleiðis fólk, sum hevði hug at kennast fult so væl við útlendingar sum føroyingar, norðingar, er helst orsøkin.
Stórur búskaparligur framburður sum úrslit av fiskimarksútflytingini, heimaútróðri, hevur stóran lut í skiftinum.

Sjálvstýrisfólk
Í skjótt hundrað ár, frá 1906, hevur sambandshugurin mist takið í øllum oyggjunum í Føroyum. Fyrst Vágoyggini og Sandoyggini, so Norðuroyggjum, skjótt aftaná Streymoynni, so aftaná kríggið Eysturoynni og nú seinast Suðuroynni.
Sambandshugur hevur hug at fara, ikki at koma afturí aftur, ikki í álvara, tí er vón fyri stavn, um at allir føroyingar velja sjálvstýrisleiðina.
Sjálvstýrishugurin hevur flutt seg, breitt seg, men sambandshugur hevur fest seg aftur í Suðurstreym í ávísan mun, møguleikarnir eru avmarkaðir, so meiri álvarsligt og oyðileggjandi í Vágoynni.
Hetta er høttan uttan sannføring, er ikki møgu ligt, tí er vón um at sjálvstýrisoyggin mikla frá byrjan av av hesum stríði, ikki settur seg sjálva eftir í flokki, nú á mál er um at verða rokkið.