Nú tvey umfør av samráðingum við Danmark hava verið, so sæst at ætlaninar hjá Landsstýrinum hava verið órealistiskar - ja, onkur vil kalla tær luftkastellir og okkurt týður uppá, at fullveldisviðhaldsfólkið í ávísan mun er við at fara í panik, tí kjakið er í seinastuni púrasta avskeplað. Vit hava lagt merki til, at tey, sum hava eina aðra meining enn tey ?frelstu? verða hongd út fyri farna lívsleið,útsjónd,uppruna - snøgt sagt ?terror? so eingin skal ditta sær at opna munnin ímóti teimum ?ortodoksu? og rætthugsandi. Hetta er ógvuliga stórt spell og skaðar bæði so og so. Tað er einki so týdningarmikið í einum samfelag sum talufrælsi - innan ella uttan fyri ein ríkisfelagsskap. Duga vit ikki at respektera tað, so eru vit ikki búgvin til politiskt frælsi. Tað er tó ikki bara hesin parturin av fullveldisprocessini, ið er broyttur.
Upplýsingarnir, ið vit fáa um framtíðarútlitini, eru eisini versnaðir á tann hátt, at teir eru alt ov ?ullintir? - hettar hóast vit í dag vita nógv meira enn tá hvíta bók kom fram. í dag vita vit, at skiftistíðin verður 4 ár, og at danski stuðulin verður skerdur við 300 milliónum um árið, so her skuldi verið lætt at rokna út, hvørjar avleiðingarnar verða. Ístaðin verður framhaldandi tosað um 15 ára skiftistíð, og ekspertarnir hjá landsstýrinum, ið fyri nøkrum mánaðum síðani ferðaðust landið runt og greiddu frá, hvar eru teir? Á sama ullinta borð ber svarið hjá Høgna Hoydal uppá fyrispurning um lestrarmøguleikar í framtíðini hjá føroyingum í Danmark. Svarið var, at vit fáa somu rættindi sum aðrir norðbúgvar. Tað inniber, at føroyingar missa rættin til S.U. og sokallaða Føroyafrádráttin. Teir missa rættin til eina røð av ókeypis útbúgvingum, ið ikki eru akademiskar. Samanumtikið rættindi, ið tey, ið ikki hava haft tær stóru fíggjarligu fyritreytirnar, hava notið gott av. Tað vildi verið meira heiðurligt at upplýst um hetta, tá ið svarið í tinginum bleiv givið. Fullveldisætlanin hevur fingið sítt pláss í føroyska samfelagskjakinum og sín møguleika bæði so og so men nú sær út til, at ?processin? er við at koyra føst. At blíva við at troðsa ímóti fólksins vilja førir ongantíð til nakað positivt. Løgmaður kann væl heldur ikki liva við, at hann ikki gekk nakað stig á sjálvstýrisleið tey árini hann sat. Sjálvstýrissinnaðir føroyingar spyrja : Hvussu leingi kann Tjoðveldisflokkurin sleppa at seinka sjálvsstýrisgongdini?











