Landsnevnd Sjálvstýrisfloksins kom herfyri ið tíðindaskrivi, har sagt verður, at flokkurin verður ikki partur av samgonguni, men at mælt verður til breitt politiskt samstarv og at samráðingar skulu takast upp um at loysa átrokandi mál, so um t.d. fíggjarlógina, og nevndin stuðlar tingmonnum floksins í at royna at vinna flokkinum ávirkan.
Orðini hava - saman við útmeldingum frá Kára P. Højgaard í dag, vakt eitt sindur av undran, tí eitt sindur ógreitt tyksist framvegis vera, hvar flokkurin í veruleikanum stendur.
Kári P. Højgaard skilir als ikki, at støða floksins tykist ógreið.
Eru tit ikki í veruleikanum stuðulsflokkur hjá samgonguni?
- Tað skuldi verið púra greitt, hvat vit meina. Landsnevndin kallaði tingmanningina á fund og sigur sína støðu. Vit eru ikki partur av samgonguni og fara á ongan hátt at vera tað, og eru ikki stuðulsflokkur, sigur Kári P. Højgaard.
- Samgongan hevur staðið í stað í eitt hálvt ár. Fokus má nú setast á ávís mál, og semja fáast um at koyra tey ígjøgnum, tí nøkur mál hava skund, sigur Kári P. Højgaard.
Ræðast ikki nýval
Vit eru í eini ynskistøðu í veruleikanum. Og vit ræðast als ikki eitt val og í veruleikanum meti eg tað vera løgið, at ongin veljarakanning er gjørd, tí eg ivist ikki í at Sjálvstýrisflokkurin hevði staðið seg væl. Men Føroya fólk hevur krav uppá eina arbeiðsføra samgongu. Vit hava fleiri mál, sum eru samanfallandi við tey, ið samgongan hevur arbeitt við, sigur Kári P. Højgaard.
Kanska formaliserast seinni
Hann vil tó ikki kalla Sjálvstýrisflokkin stuðulsflokk hjá samgonguni, men sigur seg hinvegin sjálvsagt ikki kunna afturvísa, at samstarvið við samgonguna verður formaliserað seinni.
- Tað gongur so skjótt, og broytinar kunnu henda so skjótt, sigur Kári P. Højgaard.
- Tað vit ynskja, eru trygg politisk viðurskifti. Fokus má nú setast á ymsu málini, tí stórar verkætlanir hava bundið samgonguarbeiðið niður og skapt ósemjur. Tunnilsverkætlanirnar kunnu ikki forða eini almennari fíggjarlóg, og vit hava sagt, at 48.000 fólk klára ikki at bera slíkar íløgur hesi 4 árini.
- Flokkurin er í miðjuni og kann samstarva báðar vegir, sigur Kári P. Højgaard.
Hann sigur, at nú løgmaður má leita sær stuðul frá andstøðuni, so hevur Sjálvstýrsflokurin hurðina opna, men hann vil ikki kallast partur av samgonguni.
- Hetta er ein tillagingartíð. So sær ein, hvat ber til, sigur Kári P. Højgaard, og legur afturat, at ein veit hvat ein hevur, og ikki hvat ein fær, og flokkurin metur, at eitt nývæl eftir einum hálvum ári er at halda fólk fyri spott.