Sjálvstýrisflokkurin ? trygdin fyri at sjálvstýristilgongdin heldur áfram

    

Onki er at ivast í, at sjálvstýristilgongdin hevur fingið eitt hart skot fyri bógvin, eftir at løgmaður nú bleiv noyddur at útskriva nýval. Vónandi verður hetta ikki mønustingurin hjá sjálvstýrisneistanum hjá føroyingum. Tað er tí umráðandi, at fólk velja flokkar og persónar, sum koma at fáa eina ávirkan á sjálvstýrisleiðina eftir komandi val.
Eitt er sikkurt - tað verður onki pláss í landsstýrinum til populistiska Tjóðveldisflokkin eftir 20.01.04.
Við at brenna brýr byggja vit onki land - og við at seta krøv, sum ongin kann liva upp til, vísa ávísir persónar, at teir ikki ynskja at byggja brýr.
Sjálvstýrisflokkurin ynskir at byggja brýr.
Ein stigvís gongd fram ímóti fullum føroyskum sjálvstýri er einasta leið, sum hevur víst seg at bera til.
Sjálvstýrisflokkurin hevur víst bæði viljan og áræðið til at taka ábýrdina seinastu mongu árini. Og tí vil undirritaði heita á fólk um at velja ein flokk, sum bæði er búgvin og klárur til at taka ábyrgd, tá ið á stendur.
Latið ikki sjálvstýriskyndilin slókna!
Gott val øll somul.