- Bæði minnilutapartaeigarar og politisku flokkarnir sum vóru við í semjuni um privatiserings-tilgongdina av Atlantsflog eiga at verða hoyrdir um broytingarnar í Atlantsflog, heldur Sjálvstýrisflokkurin
Tingbólkur Sjálvstýrisfloksins hevur viðgjørt málið um ætlanir landsstýrismansins í vinnumálum við P/F Atlantic Airways (Atlantsflog).
Flokkurin er komin til ta niðurstøðu, at landsstýrismaðurin ber seg sera óheppið at.
- Skulu broytingar gerast í teimum fortreytum, sum hetta felagið var einskilt og keypsskálaskrásett eftir, mugu bæði minnilutapartaeigarar, sum hava keypt partarbrøv sambært prospekti og tilsøgnum, og teir tingflokkar, sum vóru við í politisku semjuni um tilgongdina, hoyrast og geva samtykki sítt, siga Kári P. Højgaard og Kári á Rógvi.
Teir vísa á, at landsstýrismaðurin nú hevur beinleiðis ræði á tveimum stórum flutningsfeløgum og hevur tikið av meginregluna um armslongd millum politiska myndugleikan og almenn partafeløg, ið verða rikin á handilsligum grundarlagi.
- Sjálvstýrisflokkurin átalar gongdina og heitir á løgmann um at taka málið upp.