Politikarar hava sjálvandi fylgt væl við hvussu arbeiði hevur verið gjørt av teimum mynduleikum sum hava varða av hesum øki. Og eitt hava allir politikarar verið samdir um og tað er, at heppin hevur hondin verið higartil.
Fyrstu ferð at sundurlyndi føroyinga gav seg til kennar í hesum so týðani málið, var tá Javnaðarflokkurin skeyt upp, at alt oljuvirksemi skuldi fara fram útfrá Suðuroynni.
Hóast ein av samgonguflokkunum er umboðaður í Suðuroynni, so eydnaðist tað til teirra rós, at semjast um, at alt landið skuldi hava møguleika at bjóða seg fram, men at atlit skuldi vera tikið til útjaðaran.
Nú er so komið so langt áleiðis, at greitt er at arbeiðstakararnir ynskja at leggja partar av sínum virksemi, annaðhvørt í Tórshavn ella Runavík.
So seriøsur sum Tjóðveldisflokkurin var, tá málið um at lóggeva oljuvinnuna til Suðuroyar var til viðgerðar, líka so óseriøsur er sami flokkur, tá hann, nú arbeiðstakararnir eru komnir til eitt úrslit, sigur at oljuútgerðarhavnin skal til Suðuroyar.
Sjálvstýrisflokkurin fer ikki at lata sær lynda, at stórur partur av landinum verður koplaður av, nú komið er uppundir land.
Við vón um at Føroya fólk fer at standa øksl móti øksl øllum fólki okkara at gagni.
Sámal Petur í Grund
formaður tingbólksins.