Nevndin í Suðurstreymoyar Sjálvstýrisfelag
Sjálvræði tingmanna
Tingumboð og formaður sjálvstýrisfloksins Kári Højgaard tók ikki undir við lógaruppskotinum frá Finni Helmsdal og Anitu á Fríðriksmørk um, at samkynd verða fevnd av antidiskriminatiónsparagraffini. Fyri tingumboð sjálvstýrisfloksins er hetta ein trúar- og samvitskuspurningur, altso ein etiskur spurningur. Eins og í øðrum flokkum hevur verið siðvenja í Sjálvstýrisflokkinum, at í etiskum spurningum stendur tað hvørjum einstøkum tinglimi frítt at atkvøða sambært egnu sannføring. Hetta er helst eisini í tráð við stýrisskipanarlógina. Roynd at kroysta nakað annað ígjøgnum hevði møguliga verið beinleiðis brot á somu lóg. Sjálvræði tinglimanna verður eisini endurspeglað í, at um ein tinglimur verður settur uttan fyri tingbólkin, varðveitir hann ella hon tingsessin. Tingmaður ella -kvinna eru sostatt suveræn. Við at melda seg í ein flokk eru tey farin inn í eitt valtekniskt samstarv, men flokkurin hevur ikki avgerðarrætt yvir, hvussu tey atkvøða á tingi.
Kjak og rúmd í Sjálvstýrisflokkinum
Fleiri limir í Sjálvstýrisflokkinum hava seinastu tvey árini tikið rættarstøðu teirra samkyndu upp á fundum Sjálvstýrisfloksins, haruppií lands- og aðalfundum, har hetta hevur verið heita kjakevnið. Eins og í øðrum flokkum eru ymsar meiningar um, hvat ið er rætti máti at tryggja rættarstøðu teirra samkyndu, og tingmaður floksins umboðar eina av fleiri áskoðanum á hesum. Hetta merkir ikki, at tað er størri spjaðing, ella at umboð ella limir sjálvstýrisfloksins í sínum grundsjónarmiðum eru meiri afturhaldssinnaðir enn í øðrum flokkum. Tvørturímóti bendir innanflokka tjakið á, at flokkurin er ikki minni livandi enn aðrir flokkar. Limir floksins kunnu hava sjálvstøðugar meiningar og arbeiða fyri at broyta støðu floksins, har tey eru ósamd, uttan at tey t.d. verða hartað ella blakað úr flokkinum. Sjálvstýrisflokkurin hevur í løtuni einans eitt umboð á tingi. Tí verður bert ein áskoðan hoyrd har. Soleiðis virkar fólkaræðið nú einaferð.
Støðutakanin er persónlig ikki flokspolitisk
Kári Højgaard hevur ongan trupulleika at atkvøða fyri einum uppskoti, sum fevnir um alla happing og tykist - eins og tinglimir úr øðrum flokkum - at kenna seg sannførdan um, at samkynd eru og eiga at verða eins væl vard av verandi og generellum lógum, sum øll onnur í samfelagnum, og at tað er serstakt og skeivt at nevna samkynd og geva teimum framíhjárætt. Kári P. Højgaard hevur gjørt vart við, at hann tekur persónliga støðu í etiskum málum. Hetta vil siga, at hansara hugsan ikki neyðturviliga umboðar uppfatanina hjá flokkinum.
Avleiðingar
Avgerð Løgtingsins kann fáa avleiðingar fyri Føroyar, tí vit við lóg hava samtykt ST mannarættindasáttmálan. Mong standa spyrjandi yvir fyri hesum. Einstakir limir hava verið so ónøgdir við umboðan Sjálvstýrisfloksins á tingi, at teir við almennum skrivum hava meldað seg úr flokkinum. Spurningurin er, um teirra útmelding bøtir um livikorini hjá teimum samkyndu. Ein annar máti kundi verið at bjóða seg fram sum valevni til næsta val, soleiðis at flokkurin fær eina breiðari umboðan á tingi, eisini í etiskum spurningum. Vit mugu gera okkum greitt, at eittans umboð ongantíð kann megna at umboða øll sjónarmið í einum flokki, til tess eru vit tíbetur ov ymisk.
Hvør skal fyrsta steinin blaka?
Um Kári P. Højgaard hevði atkvøtt fyri lógaruppskotinum - hvussu prinsippielt hetta mál so kann tykjast fyri nógv - hevði tað ikki verið viðtikið. Spurningurin nú er, um meira beint nú gerst við hetta málið, sum hvørki meirilutin av fólkinum ella tinginum eru til reiðar at broyta støðu í.
Tað frættist, at summi samkynd ikki trívast í okkara samfelagi, og tað er stórt spell, skomm og skaði. Tí er neyðugt at halda fram við royndunum at uppbyggja eitt samfelag, sum byggir á næstrakærleika, fyrigeving og tolsemi heldur enn fordøming. Lat okkum geva fólki við ymiskum sereyðkennum rúmd og frið til at vísa, at tey eisini hava menniskjansligar gávur og virði og so vita, um vit ikki við tíðini fara at kunna virða hvønn annan við teimum eyðkennum, sum vit nú einaferð øll hava, antin vit eru tollarar, farisæarar ella bara samkynd. Tí hvør er feil- og skuldarfríur og hevur soleiðis habitus til at blaka fyrsta steinin?
Lat okkum standa saman
Vónandi fær Sjálvstýrisflokkurin í Suðurstreymi til næsta val eisini umboðan á tingi. Minst eitt kanska tvey umboð. Tíðin verður tá kanska búnari til eina nýggja støðu í hesum máli. Ikki bara fyri Sjálvstýrisflokkin men fyri alt Føroya Løgting. Inntil tá er lítið at ivast í, at vit í Sjálvstýrisflokkinum fáa nógv av skafti, har vit ikki í ov stóran mun hanga okkum føst í mál, vit ikki eru samd við okkara tingmann um. Tað vil altíð so vera, at mál stinga seg upp, sum semja ikki er um. Latið okkum heldur arbeiða sterkari í málum, sum vit eru samd um. Latið okkum fáa veruligu sjálvstýrismálini á breddan og stuðla okkara tingmanni, Kára P. Højgaard, í teimum. Heldur enn at spjaða er avbjóðingin fyri framman at tryggja tí flokki, hvørs stevnuskrá byggir á vit og skil heldur enn fastlæstar ideologiir, størri undirtøku og umboðan á tingi og harvið at benda Løgtingið á beint í øllum teimum málum, har tað eftir okkara áskoðan er farið av kós.
At enda vilja vit ynskja føroya fólki gleðilig jól við vón um dygga undirtøku til Sjálvstýrisflokkin til næsta val.
Við sjálvstýriskvøðu,