Sjálvstýrisflokkurin nýtir 350.000 kr í valstríðnum

Sum tann fyrsti flokkurin almannakunngerð Sjálvstýrisflokkurin, hvussu nógvar pengar hann nýtir í valstríðnum. Flokkurin vil hava allar flokkar og øll valevni alment at upplýsa, hvussu nógvar pengar tey nýta, og hvørjir møguligir stuðlar eru

VALSTRÍÐ: Tað er eftir at Heðin D. Poulsen, valevni hjá Sjálvstýrisflokkinum hevur viðgjørt málið um stuðul til flokkar og valevni, at Sjálvstýrisflokkurin hevur tikið málið upp.

Kári P. Højgaard, formaður í flokkinum sigur, at tað er fyri at tryggja gjøgnumskygni og virða tey demokratisku aðalmálini, at flokkurin hevur avgjørt at upplýsa stuðulin til flokkin og útreiðslurnar av valstríðnum.

- Tá ongar reglur vóru galdandi fyri valevnini, tá hesi komu á listan, ber illa til at seta teimum eyka krøv nú. Tó verður mælt valevnunum til at gera roknskap og upplýsa fíggjarligar stuðlar, sigur Kári P. Højgaard.

Hann sigur víðari, at tað er eingin loyna, at fígging skal til, um ein vil føra eitt sjónligt valstríð.

- Hetta er ein gongd, ið er ring at venda. Sjálvstýrisflokkurin vil í øllum førum tryggja veljarum gjøgnumskygni, og hevur tí tikið hetta stig, sigur Kári P. Højgaard.

Sjálvstýrisflokkurin fer til næsta val at seta sum øllum valevnum krav um, at tey skulu upplýsa fíggjarliga stuðlar sínar til persónliga valstríðið. Í komandi valskeiði ætlar flokkurin at leggja fram uppskot í løgtinginum, ið ásetir slík krøv.

Fyribils yvirlit fyri játtan/stuðul til Sjálvstýrisflokkin, útreiðslur til fólkatingvalið 2007 og løgtingsvalið 2008. (áleið tøl):

- Fólkatingsvalið kostaði Sjálvstýrisflokkinum 60 tús.

- Sjálvstýrisflokkurin fær ongan stuðul úr Danmark í samband við fólkatingsvalið.

- Unga Sjálvstýri fær ongan stuðul frá F U R.

- Á fíggjarlógini 75 tús til floksskrivara, skrivstovuhald..

- Sjálvstýrisflokkurin fær 20 tús/mánaðan av játtanini á fíggjarlógini til politiska upplýsing.

- Væntandi nýtir flokkurin 350 túsund krónur til valstríðið hetta løgtingsvalið.

- Valevnini fáa 2500 krónur hvørt at ráða yvir til bannarar, persónliga lýsing við flokslogo ella valgreinar í bløðunum.