Klokkan tíggju leygarmorgunin setir Ronald Poulsen, formaður, landsfundin hjá Sjálvstýrisflokkinum, ið verður hildin í bygdarhúsinum í Miðvági. Tá formaðurin hevur sett landsfundin, verður aðalfundir hildin, og á middegi verður ábit.
Eftir døgurða sleppur løgtings- og landsstýrismanningin hjá Sjálvstýrisflokkinum at hava orðið, og eftir hetta verður opið orðaskifti.
Klokkan 17 verður almennur fundur hildin, har Sámal Petur í Grund tosar um samferðslu. Seinni, klokkan hálvgum átta á kvøldi, verður døgurði, og eftir hetta skemt sangur og dansur.
Frá Sjálvstýrisflokkinum fáa vit at vita, at borið er so í bandi, at avoyggjafólk fáa innivist í Vágum, so tey eisini hava møguleika at vera við til veitsluna.