Sjálvstýrisflokkurin: Kári á Rógvi rør einsamallur

Tað er neyvan nakar, ið tekur Kára á Rógvi á sjálvstýrislistanum. Við sínum umleið 600 atkvøðum verður hann væntandi stóri sigursharrin á sjálvstýrislistanum Hinvegin er tað ikki lætt at siga hvør kemur honum næstur. Bæði Rúna Sivertsen, Kári P. Højgaard, Sámal Petur í Grund og Hans Blaasvær liggja millum 100 og 200 atkvøður í forsøgnini. Síðani er lopið niður til Heðin D. Poulsen rættiliga langt.

Grundarlagið fyri tølunum er framvegis avmarkað og skal einans síggjast sum ein fyribils forsøgn. Hóast fyrilit eru tikin fyri geografiskum skeivleikum, so kunnu nógv »lokal« hol vera í kanningini. Tó verður mett við stórari vissu, at løgtingslimirnir hjá Sjálvstýrisflokkinum verða at finna millum tey, ið nevnd eru í grafinum omanfyri.

Tølini verða gjøgnum valkvøldið útskift við upptaldum tølum, og sum valkvøldið líður, fer forsøgnin tí at gerast alsamt neyvari.

Greinskrivarar: Regin Reinert, hagfrøðingur, og Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur