Sjálvstýrisflokkurin góðar vónir til valið

?Tann gongda leiðin? er herrópið hjá Sjálvstýrisflokkinum til komandi valið, og hon er at finna á miðjuni í føroyskum politikki.

LØGTINGSVAL

So kom eisini valskráin hjá Sjálvstýrisflokkinum út millum manna. ? Sjálvstýrisflokkurin lovar ikki gull og grønar skógir, men gevur eitt realistiskt boð uppá, hvussu Føroyar skulu skipast, segði Kári P. Højgaard millum annað á tíðindafundi týsmorgunin. Sjálvstýrisflokkurin ætlar sær at leggja dent á at reka ein virknan vinnulívs-, umhvørvis- og familjupolitikk.

Gongda leiðin til sjálvstýri

Í stuttum er ætlanin hjá Sjálvstýrisflokkinum á sjálvstýrisleið, at Føroyar skulu gerast sjálvbjargnar. Sambært teimum skal sjálvstýrisgongdin halda fram eftir tí sama leisti, sum Sjálvstýrisflokkurin hevur slóðað fyri. Føroya fólk skal einsamalt og endaliga taka avgerðina um tilknýti okkara til Danmarkar, og Sjálvstýrisflokkurin vil staðfesta føroyska sjálvsavgerðarrættin í eini føroyskari grundlóg. Skulu Føroyar síðani loysa frá samveldinum Danmark, skal Føroya fólk gera hetta av á eini fólkaatkvøðu.

Kári P. Højgaard vildi á tíðindafundinum ikki vísa aftur, at Sjálvstýrisflokkurin fór í eina samgongu, sum fór at sleppa yvirtøkulógini, teir higartil hava arbeitt við í landsstýrinum. Dentur var tó lagdur á, at yvirtøkan av t.d. fólkakirkjuni skuldi fremjast, og at arbeiðast skuldi miðvíst fyri, at yvirtøkur verða framdar, so hvørt fíggjarligir møguleikar verður fyri teimum.

Fíggjarviðurskifti

Sjálvstýrisflokkurin ætlar ikki at taka meira inn frá borgarunum enn hægst neyðugt. So mikið av skatti skal takast inn, sum skal til fyri at skapa eitt nútímans vælferðarsamfelag við líkarætti, menning og virðing fyri einstaka menniskjanum. Hóast hetta, so mugu skattur og avgjøld ikki forða fyri arbeiðs- og framleiðsluskapandi fyritaksemi hjá tí einstaka. Rationaliseringar skulu gerast sum við tíðini kunnu vera við til at lækka persónliga skattin.

Sjálvstýrisflokkurin helt fíggjarstøðuna hjá føroyska samfelagnum vera góða, hóast ein niðurgongd er at síggja í búskapinum. Føroyska vinnan er nærum skuldarfrí og føroyska samfelagið hevur hópin av peningi á bók uttanlanda, so flokkurin stúrir ikki fyri framtíðini.

Vinnupolitikkur

Sjálvstýrisflokkurin fer at virka fyri at betra karmarnar hjá einum sjálvberandi føroyskum vinnulívi at fremja skynsama einskiljing av almennum fyritøkum. Partur av vinnupolitiska hugsan Sjálvstýrsifloksins er, at:
<sum$?$end$!$ Høvuðsvinnan má hava best hugsandi kor
<sum$?$end$!$ Tilfeingið í havinum má røkjast við varsemi og skynsemi
<sum$?$end$!$ Flokkurin vil tryggja alivinnuni betri karmar.
<sum$?$end$!$ Peningur skal játtast til málrættaða gransking og menning av nýggjum vørum og nýggjum marknaðum
<sum$?$end$!$ Ferðavinnan skal mennast
<sum$?$end$!$ Landbúnaðurin skal nýskipast.

Fyri at tryggja alivinnuni betri karmar skal latast upp fyri betri atgongd til fígging, eisini útlendskari, eins og møguleiki skal vera fyri at geva veð í aliloyvum. Tosað varð eisini um at fáa meira burturúr tí tilfeingi, vit hava, m.a. hátøkniúrdráttir úr fiski.

Mentan og útbúgving

Útbúgving er ein tann týdningarmesta íløgan í okkara samfelag. Útbúgvingaravtalur skulu framhaldandi gerast við onnur lond, so vit kunnu leggja aftur at vitan, førleika og mentan úr øðrum londum.

Sjálvstýrsiflokkurin fer at virka fyri einum mentanarpolitikki, sum fer at geva okkum fleiri mentanartilboð og betri møguleika fyri mentanarligum virksemi.Eisini skulu umstøðurnar hjá fólka- og miðnámsskúlunum betrast og styrkjast. Sjálvstýrisflokkurin fer at tryggja, at Fróðskaparsetrið og aðrir stovnar fáa munandi betri umstøður at granska og undirvísa.

Náttúra

Vit hava eina livandi jørð, og livikorini á jørðini eru grundarlagið fyri livikorum okkara. Dálka vit jørðina, dálka vit okkum sjálvi. Tí hevur Sjálvstýrisflokkurin sett sær fyri, at munandi meira skal gerast fyri at økja um fólksins tilvitan um umhvørvis- og náttúruvernd. Tað skal vera lógarkrav, at tá ið størri verkætlanir verða framdar, so skulu haldgóðar ársmetingar gerast, áðrenn farið verður til verka.

Sjálvstýrisflokkurin ætlar at skipa náttúruumsiting við fakligum førleika, og orkupolitikkurin eigur at byggja á orkukeldur, ið hava fyrilit fyri umhvørvinum. Flokkurin vil økja um sól- og vindorkuframleiðslu í størst møguligan mun.

Sjálvstýrisflokkurin hevur skipað einastu yvirtøkuna hetta valskeiðið, yvirtøkuna av havumhvørvinum, og hevur evnað til nýggja lóg at verja havumhvørvið. Flokkurin fer at virka fyri, at Kyoto-sáttmálin fer at umfata Føroyar, so at útlátið av koltvíiltu verður minkað.

Familjan

Familjan er ein av hornasúlunum í føroyska samfelagnum. Tí ynskir Sjálvstýrisflokkurin at fáa ein virknan familjupolitikk settan á dagsskrá. Hann skal umfata:
<sum$?$end$!$ Eftirløn til øll
<sum$?$end$!$ Allir samfelagsbólkar skulu hava sømilig kor
<sum$?$end$!$ Øll skulu hava rætt til ein bústað
<sum$?$end$!$ Øll skulu hava møguleika fyri barnaansing
<sum$?$end$!$ Fyribyrging og upplýsing um misnýtslu av rúsevnum

Øll skulu hava eina eftirløn, sum er til at liva av. Flokkurin ætlar at loysa eftirlønarspurningin í samráð við vinnuna og sigur, at øll eiga at lata part av lønini til eftirløn.

Flokkurin fer at virka fyri, at lutaíbúðir og aðrir alternativir bústaðarmøguleikar verða tøkir, og miðja verður eftir, at eldri fólk, ið ynskja at flyta í smærri bústað skulu hava møguleika til tess.

Sjálvstýrisflokkurin vil hava fult innlit og opinleika í øll politisk og umsitingarlig viðurskifti. Skal borgarin hava álit á politisku skipanini, mugu borgararnir og fjølmiðlarnir hava fult innlit í politisku fyrisitingina, og tí má lógin um alment innlit fáast at virka í verki.